Eingin øsing Jóannes

Jóannes Eidesgaard er eftir øllum at døma vorðin firtin av, at undirritaði hevur endurtikið niðurstøðu, sum formenninir fyri teir tríggjar størstu politisku flokkarnar í Føroyum vóru komnir til, og sum Útvarp Føroya hevði valt at seta fokus á.

Edmund Joensen



Yvirskriftin á greinini í Sosialinum leygardagin eitur: »Nú kundi Edmund ikki bara sær longur!«

Høvuðstýdningurin fyri »at bara sær«, er sambært orðabókini ein, sum ikki kann halda sær fyri látri.

Fyri okkum í Sambandsflokkinum er loysingin størsta álvarsmálið í føroyskum politikki, og als ikki nakað, sum fær ein at bresta í látur.

Loysingin er álvarslig fyri føroya fólk, og hevur verið tað alla seinastu øldina, og er tað ikki minni í dag. Tað snýr seg um einki minni enn lívsgrundarlagið hjá føroyingum her heima og rættindi føroyinga í ríkis- og altjóðahøpi.

Leiðirnar í politikki hava verið tvær at gingið ? Sambandsleiðin ella loysing. Alla tíðina hevur tað verið soleiðis, at Sambandsflokkurin hevur havt greiða støðu fyri ríkisfelagsskapinum, meðan loysingarflokkarnir allir hava staðið hinumegin. Javnaðarflokkurin hevur fyri mesta partin ligið harímillum.

Tað er tó ein sannroynd, at beint eftir seinasta val tók Javnaðarflokkurin undir við loysingarætlanini hjá landsstýrinum, men Jóannes skal hava tøkk fyri, at flokkurin flutti seg nærri sambandsleiðini aftur.

Tað hevur glett okkum í Sambandsflokkinum seinastu tíðina at samstarva við Javnaðarflokkin bæði um tað ríkisrættarliga og tað politiska av øðrum slag á Føroya Løgtingi. Okkara partur fyri at hetta samstarv skal halda fram, skal ikki liggja eftir.

Men tað má standa Sambandsflokkinum frítt at hava eina greiða støðu til henda álvarsama spurning. Tað sigur seg eisini sjálvt, at tað verður ikki Sambandsflokkurin, sum fer at flyta seg yvir ímóti loysingarflokkunum. Sambandsflokkurin vil vera við til eina nýðskipan og nýmótansgerð av viðurskiftunum í ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur verið, og er sambandsfloksins politikkur.

At ein viðmerking í bløðunum skal fáa negativt árin á politiska samstarvið ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, tað má vera skemt, sum yvirskriftin hjá Jóannesi eisini ber boð um.

Fyri okkum í Sambandsflokkinum er einki broytt viðvíkjandi konstruktivum samarbeiði við Javnaðarflokkin, bæði um tað ríkisrættarliga og annan politikk á Føroya Løgtingi.

Men vit skila okkum sanniliga rætt til at lýsa fyri føroya fólki, munin ímillum Sambandsflokkin og hinar politisku flokkarnar í Føroyum.