Ynskidreymar?

Hóast tú sanniliga hevði ynskt, at kunna tosað um Suðuroynna sum eina eind, kann tú ikki gera tað enn.

 

Steinbjørn B. Jacobsen




Hóast tú sanniliga hevði ynskt, at kunna tosað um Suðuroynna sum eina eind, kann tú ikki gera tað enn.

Her er nógv eftir, sum bert suðuroyingar sjálvir mugu gera, fyri at so skal vera.

Nú oljuhavnin ikki var løgd á Tvøroyri eru góðar grundir og stundir til at hgusa seg um og íta av nýggjum.

Óivað var tað skilagott, at Tvøroyri var við í oljuhavnakappingini, men tíverri rakk hon ikki á mál. Skilagóðar greinar hava longu verið at sæð (Jákup Joensen, Jacob Vestergaard, Dánjal Bjarkhamar og viðtal hevur verið við Hendrik Thomsen og Viberg Sørensen) men hinar hava verið lítið uppbyggjandi. Sjálvandi skilur tú at menn eru vónsviknir, men tílíkar kenslur plagdu ikki at bera ávøkstur.

Fleiri hava borið fram, at nú beyð Suðuroyggin ikki bøtur, øll sum hon er, fór hon fyri bakka og sjálvur nývaldi borgmeistarin á Tvøroyri fær seg til at tosa um einar sjálvstøðugar Suðuroy. Kom at minnast til, at í 1946 hoyrdist eisini tílíkt tos, men tá skuldi Suðuroyggin vera eitt danskt amt, meðan restin av Føroyum var republik. Eisini tá var tað Tvøroyri, sum tosaði vegna Suðuroynna.

Um Tvøroyri hevði verið stórt og sterkt, kundi tað gagna allari oynni, men tíverri er hon alt annað enn tað. Hon er tann kommunan í landinum, sum so løgið tað ljóðar, skildar mest.

Sjálvandi er tað skilaleyst at siga, at Suðuroyggin doyr út um ein oljuhavn ikki kemur.

Hetta verður sagt um somu tíð, sum tey gleðiligu tíðindini berast, at eitt stórt virki til 20 mans verður bygt í Vági.

Tað er lívsneyðugt, at orkan verður brúkt rætt og at kjakið er kveikjandi.

Mundu allar súðir verið siftar, um ein oljuhavn varð løgd á Tvøroyri?

Hugsi ikki at nakar er førur fyri at svara hesum, men vit vildu so fegin trúð, at so var.

Spurningurin, sum nógv seta sær við tí vitan ein fær frá fjølmiðlunum, er um málið frá byrjan til endan var rætt handfarið?

Oljhavnin skuldi vera har samferðsluhavnin til alla Suðuroynna var á Drelnesi, sum Tvøroyri hevur tvíhildið um, skuldi vera samferðsluhavn hjá oynni.

Eisini mást tú spyrja, um tað felagið sum Tvøroyri valdi at samstarva við hevur gingið heilhjarta inn fyri at fáa oljuhavnina lagda har. Tað er nú einaferð ikki nóg mikið bara at vísa á, at ein er stórur og hevur havt oljuhavn í Esbjerg.

Best hevði verið, um Tvøroyri var gingið saman við restini av oynni og samst um, hvar ein ídnaðarhavn og ein samferðsluhavn skuldi ligið.

Vit kunnu skjótt semjast um, at samferðslan til oynna er ein høvuðsspurningur, men verri er kanska at finna bestu loysnina.

Alla mína tíð hevur verið tvíhildið um eina loysn, Smirlaloysnin. Skipið skuldi ganga skjótt og vera so stórt, at tað rúmaði teimum mongu bilunum og fólkunum um vikuskiftið. Bara at nevna aðrar loysnir, var sum at vísa hundi brand.

At politikkur, partapolitikkur, er vavdur inn í øll mál, serliga á Tvøroyri, hevur verið lemjandi í ára tíggjur. Alt verður gjørt upp í stemmur. Hvat fólk velja fjórða hvørt ár, mugu tey um.

Tað var sera hugstoytt at uppliva, at spurningurin um oljuhavnina endaði í partapolitikkinum.

Nógv eru dømini um, at tá eitt land ella øki er í stórum trupulleikum, verður leitað eftir eini veldigari loysn ella fólki (Messiasloysnin), sum kundi loysa allar trupulleikarnar í einum.

Tílík hugsan hevur ofta verið vandamikil, mergsúgvandi og forandi fyri at lívførir spírar vóru tæðaðir, sum komnir fyri seg kundu gjørt stóran mun. Sjálvandi er tað freistandi hjá Tvøroyra kommunu, nú at geva oljuhavnini alla skuldina fyri ta vánaligu støðuna, men tað loysir ikki hennara trupulleikar. Grípast má eisini í egnan barm.