Bókaummæli
»Lessons from the Political Economy of Small Islands- the Resourcefulnes of Jurisdiction«. Ritstjórn G. Baldacchino og D. Milne. Macmillan Press ltd. London 2000, hildin saman við fyrilestur hjá Martini Paldam »The Political Economy of Small Countries«, Microstates, í Norðurlandahúsinum 1999
Búskaparlig gransking hevur serliga fingist við størri samfeløg og sjálvstøðug lond. Teir frymlar, sum vera nýttir í vanligari búskaparfrøði og hugsanin um, hvat hevur týdning fyri ein sterkan búskap eru bygdar á størri samfeløg, sum hava fult stýrisskipanarvirkisføri.
Vanlig tjóðbúskaparlig hugsan
Eitt gott dømi um vanliga »nasjonaløkonomiska« tjóðbúskaparliga hugsan er tann framløgan, danski búskaparfrøðingurin, Martin Paldam, hevði á ráðsstevnuni Microstates í Føroyum í 1999. Framløgan var áhugaverd í nógvum, men til grund leggur Paldam, at í búskapi eru smá lond illa fyri. Hann tosar um smálandavansan. Hann heldur tað at vera eitt lítið land vera ein meginvansa, sum vinnast má á á ymiskan hátt. Eg skal venda aftur til framløguna hjá Martin Paldam í øðrum sambandi.
Nýggjar búskaparligar hugsanir
Í tí bók, sum er nevnd omanfyri, royna samfelagsfrøðingar og búskaparfrøðingar at finna fram til, um hetta er rætt. Er vanligur búskaparligur hugsunarháttur førur fyri at geva ein mynd av búskaparligu møguleikunum í einum lítlum oyggjalandi, serliga tá hugsað verður, at einki stendur í stað í heiminum í dag, og altjóðagerðin er ein sannroynd. Teir hava sett sær fyri »?at hugsa av nýggjum um møguleikar« og sleppa »?skeivu uppfatanunum um fólkið, sum býr í meginøkjum, hevur um búskaparliga fjarstøðu«
Vanlig búskaparlig ástøði ? »hardhat economic approaches « hevur gjørt upp náttúrutilfeingið, landafrøðiliga støðu, menniskjansligan og búskaparligan kapital, fólkatal o.s.fr. tá búskaparligi mátturin hjá einum samfelag skal metast. Fyrilesturin hjá Paldam er dømi um tað.
Men smá lond og smá oyggjalond er akkurát so ymisk sum stór samfeløg. Søgan er ymisk, menningarstig er ymisk, og tí er ringt at finna fram til hvat stødd og stýrisskipanarstøða hava at týða. Teir frøðingar sum hava skrivað bókina síggja stór hol í ástøðinum undir metingum um búskap í smaúm oyggjasamfeløgum. Tað verður alt ov lætt søgan um ov lítið fólkatal og lítlan arbeiðsmarknað, ov lítið stødd á búskapinum, ov lítið fyritakssemi og kapitalgrundarlag, ov lítið tilfeingi og landaøki o.s.fr. Upp aftur daprari gerst myndin, tá roynt verður at sambinda smálandabúskapin við altjóða búskapin. Smálond dúva altíð upp á stóran útflutning og innflutning. Hetta verður tulkað sum eitt tekin um bindingar og vantandi sjávsavgerðarrætt. Samanfatað er klassiska búskaparfrøðin ikki í iva um, at litla støddin merkir veikleiki. Hetta hendi hóast royndir ? kanningar av smálandabúskapi, Ísland er lysandi dømi um hetta ? hava víst nakað annað.
Eitt paradigmuskift tykist nú at vinna fram. Búskaparfrøðingar, sum hava granskað smálond hava nokk av dømum, sum ikki kunnu greinast út frá vanligari búskaparfrøði. Serliga høvundarnir Armstrong og Read hava gjørt eitt stórt kortleggingararbeiði hesum víðvíkjandi. (Read var ein av røðarunum á Microstates ráðsstevnuni).
Altjóðagerð og heimskringing til fyrimuns fyri smásamfeløg
Nógv síggja altjóðagerð og heimskringing sum ein stóran vanda, kanska serliga fyri smá lond ella lond við lítlum búskaparligum mátti. Tað at alt broytist, og einki stendur í stað, verður fatað sum óvissa og ótryggleiki. Nærri kanningar sýna, at henda gongd heldur er eitt framstig og ein møguleiki hjá smálondum. Nýggir møguleikar skapast alla tíðina, tollverjur og aðrar verjur hjá stórum londum linka, og tey smáu londini sleppa framat í størri marknaðum, duga tey at nýta møguleikarnar.
Smálond og oyggjalond
Millum smálond eru oyggjalond ein serligur bólkur, ofta eyðmerkt sum avbyrgd og útjaðari. Ein hugsan leggur dent á, at oyggjarlond eru sum smálond yvirhøvur. Ein onnur hugsan leggur dent á, at oyggjar hava ein sterkari samleika, sum leggur grund fyri eina sjálvbjargna menning. Tjóðskapur er oftast bygdur á landafrøðiligt øki og greið mark móti útheiminum, sum í oyggjalondum.
Niðurstøðurnar hjá Armstrong og Read
Teirra niðurstøður, bygdar á eitt umfatandi dátugrundarlag úr øllum heimi, hava veruliga sett spurnartekin við vanliga búskaparfrøðiligar niðurstøður um stødd og búskap.
Niðurstøðurnar eru m.a.:
»Støddin á ella støddin av einum landi hevur onga týðandi ávirkan á vøksturin í einum samfelag. Vansararnir av lítlum støddum kunnu ikki grundast á kanningar. Búskaparligi vøksturin í summum smáum londum er betri enn væntaður, um lítil stødd er ein vansi, og vøksturin í nógvum stórum londum er verri enn væntaður, um at størra støddin fremur búskaparligan vøkstur.
Vit kunnu bert forklára hetta, tá vit leggja dent á týdningin á politiskar avgerðir og íverksetanir.«
Niðurstøðurnar hjá Commonwealth Secretariat
Commonwealth Secretatiat í London hevur eisini kannað smálond. Teirra niðurstøður bera á sama borð. Summi smá lond hava havt sera góð úrslit av altjóðagerðini, summi klára seg illa. Støddin tykist ikki vera avgerandi. Politikkur og skilagóðar samfelagsligar skipanir tykjast hava størri tydning. Í hesum mugu smá lond taka somu avgerðir, sum størri londini.
Er stýrisskipanarvirkisføri avgerandi í politiska búskapinum ? Hetta er spurningurin búskapar- og samfelagsfrøðingar frá smáum londum seta sær. Um tað er rætt, at politisk kós og vilji er avgerandi, bendir alt á at stýrisskipanarligt virkisføri hevur stóran týdning. Hetta tykist serliga týdningarmikið, tá smá lond skulu fóta sær í altjóðagerðini. Komið er ikki á mál at greina ástøðið undir hesum, men alt bendir á, at stýrisskipanarligt virkisføri er týðandi búskaparligt tilfeingi.
Samstarv og altjóðagerð
Gongdin í heiminum er, at gomlu eindarstatirnir lata partar av fullveldinum til millumlanda- og altjóða felagsskapir - og til smálond. Ein gongd er eisini, at lond, sum hava verið sera miðsavnað (Frakland, Spania og Ongland) lata vald frá sær til øki í landinum.
Stýrisskipanarligt virkisføri fær størri og størri týdning ? men samstundis samstarvið millum javnbjóðis fullvaldalond. Øll lond síggja í dag fyrimunirnar av samstarvi, men í hesum samstarvi eru tað at kalla bert fullvaldalondini, sum hava møguleika at taka lut og fylgja við. Tey londini, sum ikki hava beinleiðis atgongd til altjóða leikpallin, fáa ikki ta kunning og hava ikki tey amboð, sum skulu til.
Avbjóðingarnar í dag
Allir búskaparfrøðingar tykjast vera samdir um, at núverandi ríkisveitingar avlaga búskapin í Føroyum. Gongdin móti fullveldi við tí størri ábyrgd og minkandi avlaging frá blokkinum fer at gera, at vit fara at húsast betur við tí tilfeingi, vit hava. Vit fara at ansa betur eftir pengunum, vit fara at fáa meira burtur úr náttúrutilfeingi og fólkatilfeingi. Sjálvbjargnið krevur hetta. Hinvegin meta búskaparfrøðingarnir, at heldur núverandi skipan fram, har Danmark letur føroyingum ein triðing av fíggjarlógini, er vandin fyri búskaparligum óstøðugum viðurskiftum ógvuliga stórur. § 19 frágreiðingin er fullgott sømi um hvussu illa tað kann gangast.
Størri skil í búskapinum. Er tað nokk?
Økt skil í umsitingini av pengum og tilfeingi er neyvan nokk. Skulu vit klára okkum frameftir, so má vøksturin í kappingarføri og virðisskapan vera hin sami, sum í londunum rundan um okkum og teimum londum vit kappast við. Vit mugu økja um virðisskapan og vaksa líka skjótt ella skjótari enn hini. Ein sammeting við grannar og kappingarneytar okkara sýnir, at vit hvørki í virðisskapan ella kappingarføri eru ájavnt við hini.
Vit eru undir trýsti. Megna vit at venda hetta til okkara besta?
Skulu vit klára okkum í kappingin mugu vit taka ábyrgdina av at finna egnar loysnir. Vit mugu økja um okkara búskaparliga mátt. Hendan øking er beinleiðis bundin at stýriskipanarligum virkisføri. Hetta er at skapa hóskiligir karmar fyri búskaparvøkstri. Rithøvundarnar á bókini »Lessons?« hava hesa meting: »Eitt samfelag við búskaparligum mátti er eitt samfelag sum leggur dent á undirvísing, menning og gransking, og sum er liðiligt og lætt passar seg til nýggjar umstøður. Sum nýtir samfelagsstovnarnar sum motorar og ikki sum dregg«. Hetta kunnu vit seta upp móti støðuni í dag, har øll undirvísing og gransking er eftir leistinum í einum øðrum landi, og at kalla allur okkara hægri lestur er í einum landi. Har høvuðsskipanirnar innan undirvísing, heilsuverk og almannaverk eru avskrivaðar eftir skipanum, sum eru gjørdar til eitt samfelag, sum er 100 ferðir størri enn Føroyar.
Martin Paldam: Ríkisveitingar oyðileggja búskapin
Hóast sjónarmiðið um viðkvæmi hjá smásamfeløgum ger sjónarmiðini hjá Martini Paldam einoygd, so hevur hann týðandi hug-leiðingar. Paldam hevur fyrr kannað grønlendska búskapin (og lutvís føroyska), serliga avleiðingarnar av ríkisveitingunum. Niðurstøðan hjá honum er sera greið. Veitingar, sum tær sum koma úr Danmørk til Føroya (og Grønlands), gera stóran skaða, jú størri veiting tess størri skaði. Tær oyðileggja møguleik-arnar at byggja upp alternativar útflutningsvinnur ella aðrar vinnur sum mugu vera kappingarførar í altjóða høpi. Tær avlaga javnvágina millum alment og privat og almenni sektorurin verður yvirskipaður. Veitingar gera, at búskaparligi mátturin minkar munandi.
Í fyrstani skapa veitingarnar ein vælferðarvinning, men sum frálíður minkar hann burtur, tí veitingar kosta í effektiviteti og búskaparligum mátti.
Martin Paldam: Politisk semja heldur enn skilagóð semja
Martin Paldam førir eisini fram hugsanir um politikkin í smáum londum. Smá lond áttu at verið lættari at stýrt, havt lættari við at funnið semjur. Men hetta verður ofta til politiskar semjur í staðin fyri skilagóðar avgerðir, sum møta avbjóðingunum. Hetta verður serliga ringt, um eitt lítið land hevur ein »stórabeiggja trupulleika«. Hetta er, at lítla landið er knýtt at einum nógv størri landi, sum t. d. Danmark (fólkatalið 100 ferðir størri enn Føroyum). Hetta sambandið millum eitt stórt land og eitt sera lítið land ávirkar bæðí búskaparligu og politisku viðurskiftini. Stóribeiggja trupulleikin avlagar metingarnar av kredittvirði og búskaparligum váða. Politikkurin verður tarnaður. Politisku flokkarnir hugsa meira um sambandið við stírabeiggja enn um veruligu spurningarnar. Tað verður torførari at fáa støðug politisk viðurskifti og skipa sterkar samgongur. Martin Paldam heldur tí, at tað hevur týdning at finna loysnir á stýrisskipanar- og tjóðskaparspurningin so hesir spurningar hvørva úr dagliga politikkinum. Hann vísir í hesum sambandið bæði á støðuna í Føroyum og trupulleikarnar hjá dønum við ES-limaskapinum.










