Ótrúverdigur Føroya-politikkur

Vandi er fyri, at Danmark kemur í altjóða andglettin, um stjórnin fer ov harðliga fram móti nýggju sjálvstýrisætlanini hjá landsstýrinum, heldur Frederik Harhoff, serfrøðingur í ríkisfelagsskapinum

Ein av teimum, sum hevur størst innlit í viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, Frederik Harhoff, ávarar nú beinleiðis donsku politikkararnar ímóti at vraka sjálvstýrisætlanina hjá landsstýrinum.

Serfrøðingurin í fólkarætti heldur, at umdømið hjá Danmark kann líða stóran skaða, um stjórnin vísir ætlanini frá sær og ikki vísir vilja til at samstarva um nýggju ætlanina. Við Berlingske Tidende í gjár segði Frederik Harhoff, at Danmark stýrir beint móti einum altjóða samanbresti, um stjórnin heldur fram við førda Føroya-politikkinum.

Frederik Harhoff heldur ætlanina hjá landsstýrinum vera skilagóða, og at danskir politikkarar eru óærligir, tí teir alment siga seg góðtaka eitt ynski úr Føroyum um meira sjálvstýri, men kortini leggja fót fyri føroysku ætlanini.

- Stjórnin hevur biðið landsstýrið um at vera greiðari og at fáa eitt styrkt mandat. Tá ið landsstýrið so ger eftir boðunum, er hetta eisini skeivt. Tað haldi eg vera ótrúverdugt, sigur Frederik Harhoff.

Gerst støðan spentari millum Føroyar og Danmark, so kann hetta koma illa við hjá Danmark, heldur hann. Hann sær fyri sær, at hini norðurlondini, Bretland, USA og Kanada fara at finnast at Danmark.

- Londini fara at hyggja undrandi at donsku handfaringini, sum er í stríð við danskan mentalitet. Vit hava ikki siðvenju fyri at reka uttanríkispolitikk eins og fransmenn, sigur Harhoff við Berlingske Tidende.


Vísa ætlanini aftur

Fyrstu útmeldingarnar frá donskum politikkarum benda á, at nýggja ætlanin hjá landsstýrinum ikki treytaleyst fær undirtøku í Fólkatinginum. Sambært ætlanini skulu Føroyar fáa blokkstuðul fram til 2012, tá ið atkvøðast skal um loysingina, og hetta fellur ikki í góða jørð í Danmark.

Donsku politikkararnir halda, at landsstýrið við hesari ætlanini roynir at ?snýta? seg til eina longri skiftistíð enn tey 3-4 árini, sum stjórnin er sinnað at lata.

- Tað ber ikki til at bestilla blokkstuðul í so og so nógv ár úr Danmark. Hava føroyingar ráð til at leggja eina hálva milliard krónur í ein grunn, so skulu teir ikki hava pengarnar, sigur Pia Larsen, framsøgukvinna hjá Vinstra, sum leggur afturat, at danskir politikkarar hava sínar egnu veljarar at hugsa um.