Triðja páskadag hin 17. apríl fyllir Hjørdis á Argjaboða 80 ár. Hjørdis er fødd Úti á Borðini ? dóttir táverandi vitameistaran Danjal og konuna Onnu.
Tey fingu genturnar Poulu, Mariu og Hjørdis. Áðrenn døturnar komu, tóku tey Guðrun til fosturs, og hon kom soleiðis at verða hin elsta av 4 systrum.
Hjørdis vaks upp á Borðini til hon fór til Havnar á Færøernes Mellem- og Realskole, haðani hon tók realprógv. Í 1941 giftist hon Zachariasi á Argjaboða og á Argjaboða hevur hon verið síðani. Tey fingu 4 børn, Sonju, Jógvan, Onnu og Dánjal: Sjálv hevur hon so fródliga sagt frá barnaárum og lívi sínum í útvarpinum fyri nøkrum árum síðani.
Hjørdis var heimaarbeiðandi til børnini vóru undankomin. Sum tann dugnakona hon var, so vóru tó ofta boð eftir henni til at vera kókikona til brúdleyp og onnur hátíðarhald. Mitt í 60-árunum heitti Inge Bonnevie, ið var álitiskona hjá donsku andveikraverndini í Føroyum, á Hjørdis um at vera medhjálp. Tær vitjaðu øll heim í landinum, har ein menningartarnaður var, eins og tær vitjaðu heim, ið høvdu ein av sínum eitt nú á stovninum Rødbygaard. Hjørdis var sum skapt til hetta arbeiði. Hon hevði eina hepna hond, dámdi brúkararnar og tey hana. Seinast í 60-árunum var fólk sett burturav at arbeiða við støðuna hjá teimum menningartarnaðu í Føroyum og harnæst at virka fyri at fáa tey stórthundrað, ið búðu á stovni í Danmark, heimaftur. Ein umsiting lat upp á Tinghúsvegnum, har Hjørdis gjørdist skrivari.
Hetta var góð og hendingarík tíð hjá so mongum. Umframt skrivari var Hjørdis allahandakona, kunnu vit siga. Tað var so nógv ymiskt arbeiði, ið skuldi gerast, Hjørdis visti altíð, hvat var til ráða at taka, tá farast skuldi í summarlegu ella skipast skuldi fyri fundi, og luttakaratalið var ferfaldað tað, ið væntað var. Her verður m.a. hugsað um, tá felagið JAVNI var stovnað. Hjørdis var verandi í Andveikraverndini, gjørdist ein partur av søguni hjá teimum menningartarnaðu í Føroyum og, tá hon fór fyri aldur fyri 15 árum síðani, var hon helst tann, ið hevði verið longst í tænastu á hesum stovni, ið tá var liðugur við at fáa øll tey menningartarnaðu heimaftur, og sostatt eisini hevði nógv starvsfólk.
Tað, sum hevur eyðkent og framvegis eyðkennir Hjørdis er hennara gløggskygni, vitan og livandi áhugi fyri samfelagsviðurskiftum. Altíð til dystin fús og skemtingarsom, tá politikkur og javnstøða millum kynini eru á lofti. Tí er altíð hugaligt at hitta Hjørdis á máli.
Árini eru har, og hon ber tey við spekt og sóma. Hon gleðist dagliga yvir at hava børn og barnabørn í grannalagnum, meðan onnur børn og barnabørn eru í øðrum heimspørtum. Vit eru mong, ið samgleðast við Hjørdis, ynskja henni hjartaliga tillukku og vóna, at hon í mong ár og nógvar morgnar støðugt skal vakna á Argjaboða og síggja sólina stíga handan Nólsoynna.
Á Argjahøvda Pálmasunnudag 2001
Karin Kjølbro