í bløðunum, summar wc-rullulangar, leypi eg tær um, tá eg síggi at greinskrivarin er t.d. Bjørn á Heygum, Pauli Ellefsen ella Edmund Joensen. Orsøkin er, at hetta er so niðurbrótandi lesnaður og orðaskvaldur [...] tí, sum danskir politikarar hildu um okkum. Sambandsmenn trúgva ikki uppá og hava ongantíð havt álit á føroyinginum. Undan løgtingsvalinum frøddi tað meg, at sjálvt tann ungi formaðurin í Unga Sambandinum [...] bangin og óttafull. Niðurstøða mín er tí, at einasta endamál hjá teimum er at leypa ótta og ræðslu á fólk í síni níðingsskriving um føroyingin. Mær vitandi er vágatingmaðurin lækni. Tað kann tí ikki vera
heiti eg inniliga á tykkum, um tit halda á við hesum tiltaki, at finna annað tíðspunkt næstu ferð. Góði Ólavur, um hetta snýr seg um at laða ein varða, skal eg bert stillisliga vísa á, at við tyngdarlógini [...] føroyskan og útlendskan tónleik á altjóða støði. Tað hevur eisini verið sera áhugavert at hoyra fleiri frumframførslur av føroyskum tónaskøldum, ið á fyrsta sinni royna seg á Summartónum, og at fylgja við [...] kendan aðra staðni. Næstan á hvørjum ári eru útlendsk tíðindafólk og vitja á Summartónum. Eitt nú var í 1994 blaðmaður frá Nordic Sounds. Hetta er tíðarrit, ið verður útgivið á enskum máli av norðurlendska
vestan fyri Vagli. Hendi nakað á Vaglinum, so hoyrdu vit tað, og tá var ikki at sita heima. Vit søgdu yvir á Vaglið og yvir á Skálatrøð. Nú er tað longu langt síðani, at vit sótu á Skálatrøð og hugdu eftir kappróðri [...] tiltøkunum á ólavsøku eru fyri børnini, og tað eigur tað eisini at vera. Tey eru hesar dagarnar saman við foreldrum á ein øðrvísi hátt. Tær reglur, sum dagliga eru galdandi, hava ikki sama virði á ólavsøku [...] deyða Ólav Haraldson, sum lat lív á Stiklastøðum 29. juli í árinum 1030, og sum varð lýstur halgimenni, hevur fyrr verið hildin í øllum Norðurlondum. Í dag verður Ólavur Halgi minntur við hátíðarhaldið í
hornorkestur ganga á odda í skrúðgongu saman við verandi og fyrrverandi býráðslimum, sløkkiliðsmonnum og ítróttarfólki úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún. Tveir áhugaverdir fyrilestrar verða á Tekniska Skúla [...] Føroyar? Ein ikki minni áhugaverdur fyrilestur verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjadagin 7. august. Tá heldur Leila Lindén, sjúkrasystrastjóri á Ríkissjúkrahúsinum fyrilestur um evnið: ?Soleiðis virkar [...] Skúla. Fyrri hósdagin kl 14, har navnframi vinnulívsmaðurin og stjórin á JB-International, Oluf C. Jacobsen heldur fyrilesturin vinnulívsmøguleikar í Russlandi. Dagin eftir heldur kendi politikarin Poul
tríni innar í hugnaliga køkin hjá Angelu, sita Angela og Ólavur og fyrireika. Ólavur við telefonini í hondini. Á svenskum roynir hann at fáa greiði á eina teldupost adresu. Angela skeinkir mær kaffi og greiðir [...] una, sum t.d. ruskplássið, ið Angela nevndi, sigur Ólavur. ? Tey sovna svong og vakna svong og fara út á ruskplássini at leita sær føði, sigur Ólavur Peningur skal til. Tað ringasta er, at tey hava eingi [...] byrjanin var í lagið, so stóðu tey eitt sindur á berum. Angela hugdi so í telefonbókina, fyri at finna eitt felag, ella líknandi, ið kundi vera til hjálpar. So kom hon á Skandinavisku Barnamissiónina. Har vóru
væl hugsandi at fari verður upp á gólv eisini. Luttakararnir til konsertina verða Aria, Dynamitt, I Am, Countrybólkurin, Jógvan Andrias Joensen, Millum Frændir, Ólavur Prelsey & His Dirty Rag Rags, Pætur [...] ð úti í Grøv í dag frá klokkan 15 til 20. Tiltakið er rættuliga stórt. Skótarnir fara at grilla og á pallinum í »svimjihylinum« verður skipað fyri marathonkonsert við ymsum bólkum og solistum. Klaksvíkar
teir høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin. At teir komu á odda, tá eitt korter var farið, kom sera væl við. Jákup W. Hansen, sum var fremsti maður, setti hol á. Hann royndi beinleiðis ímóti málinum við frísparki [...] frá Fríðini Ziskason. Tá stívliga eitt korter var eftir, varð veteranurin Marni Isaksen settur inn á KÍ miðvøllin, og hann gjørdi av álvara um seg. Beinanvegin, eftir at hann var innkomin, varð hann feldur [...] sindur av aftur og fram av, og so endaði tað við, at Kristian Dam, sum stutt frammanundan var komin á vøllin. Hóast KÍ yvirvág síðstu løtuna, so tóktist tað, sum um tað fór at enda við javnleiki. Men fýra
ið. Og Ólavur Skipagøta letur væl at fleygingini í ár. ? Hetta man vera tað besta árið higartil í nítiárunum, sigur hann. Fáa staðni eru tey so væl fyri sum í Skúvoy, tí teir hava sessir upp á allar ættir [...] kortini ikki tað stóra at fáa á høgættini. ? Okkum dámar betri vesturættirnar, útnyrðing, útsynning og útsynningsunnan. Vestan er ikki so góð, tí tá legst hann ofta við mjørka. Ólavur sigur, at í ár hava skúvoyingar [...] gamalt at byrja at fleyga á syftunsøku 2. juli. ? Men tað er bara blivið fyrr og fyrr, at menn eru farnir at fleyga og seinastu árini hevur ikki verið óvanligt, at byrja at fleyga á jóansøku. ? Tað hildu vit
Poulsen. HB-FS Vágar 4-6 (3-1) Hóast tað ikki var so stórur munur á spæli, so kom HB skjótt framum 3-0. Men eftir steðgin fekk FS Vágar fatur á heimaliðnum, sum beint undan steðginum gjørdi eitt óneyðugt brotsspark [...] ikki so ofta fyri longur. Fyrra umfarið var hálvrunnið, áðrenn VB fekk hol á, og teir øktu tíðliga í seinna umfarinum. Hans Jákup á Líknargøtu, sum hevur verið aftastur í GÍ verjuni, minkaði um munin beinanvegin [...] plássinum, sum ber kvalifikatiónsdyst um rættin til at spæla í 2. deild við sær. Men hesaferð taptu teir á Svangaskarði, og nú er gloppið upp til sannførandi oddaliðið so mikið stórt, at Skála ivaleyst hevur
Føroya arbeiðarafjøld alla frá tí fyrsta degi hann kom á ting, til hann fall á ovasta plássi landsins. Jeg minnist, tá Ísvirkið kom. Tá var P. M. Dams navn á øllum vørrum. Jeg var ikki farin úr skúlanum tá, [...] Didrikssen. Stjóri ogra, H. á Heygum, og hesin harra Didriksen keyptu tá bátin »Tre Kroner«. Síðan fór Dikrikssen til Bretlands at hyggja eftir einum trolara. Rankin bleiv keyptur í 46. Á aðalfundi F.P.F. hetta [...] var burturstaddur, tí næsti maður hansara, Hj. á Heygum, kundi eg fáa fatur í. So var, jeg segði mín ørindir um at fáa nakað av hesum fiski lagdan upp á Tvøroyri. Ja, svaraði Hjalgrím, um tygur vilja arbeiða