Summartónar

Tónleikadagar av alstórum týdningi fyri føroyskt mentanarlív

Tá ið ein býr í útlegd, er tað altíð ein fragd at koma aftur til Føroya. At síggja hesar vøkru oyggjar summarklæddar, at hoyra fuglarnar syngja og ikki minst hoyra havið anda tungan og aldurnar tutla inni við land! Tað er eisini hugfarsligt at møta kenningum á gøtuni, eins og at vitja vinir.

Fyri mítt viðkomandi verða tvær tær fyrstu vikurnar í Føroyum nýttar til at njóta tað stóra, fjølbroytta úrvalið av konsertum á Summartónum. Her er møguleiki at hoyra føroyingar og útlendingar framføra føroyskan og útlendskan tónleik á altjóða støði. Tað hevur eisini verið sera áhugavert at hoyra fleiri frumframførslur av føroyskum tónaskøldum, ið á fyrsta sinni royna seg á Summartónum, og at fylgja við, hvussu føroyskur partiturtónleikur mennist. Tak eitt nú unga havnarmannin Trónd Bogason. Vit, ið hava fylgt við í menning hansara, síggja at hann er sera gávuríkur. Fyri ein ungan mann sum hann, hevur tað ómetaliga stóran týdning at fáa tónleik sín spældan av dugnaligum tónleikarum, og ikki minst hoyra hvat hesir hava at siga um hvat er gott og hvat kanska kundi verið gjørt øðrvísi.

Summartónar eru eisini við til at gera føroyskan nútíðartónleik kendan aðra staðni. Næstan á hvørjum ári eru útlendsk tíðindafólk og vitja á Summartónum. Eitt nú var í 1994 blaðmaður frá Nordic Sounds. Hetta er tíðarrit, ið verður útgivið á enskum máli av norðurlendska tónleikagrunninum (NOMUS). Hesin skrivaði rúgvusmikla grein um nútíðar føroyskan tónleik, Summartónar og leiðaran Kristian Blak. Kristian fekk rós fyri síni avbera góðu evni at leggja til rættis tónleikadagar, ið bæði eru fyri sokallað »vanlig fólk« og tónleikakennarar. Summartónar var á ein positivan hátt, heilt øðrvísi enn aðrir tónleikadagar hesin blaðmaður hevði verið á, bæði í bygnaði og ikki minst hvat atmosferu viðvíkur.

Júst hetta er sera áhugavert fyri undirritaða at staðfesta. Ikki minst tá ið ein, í hesum døgum, leggur seinastu hond á umbidna grein til programbók til heimsins størstu tónleikastevnu fyri nútíðar tónleik, nevniliga Wien Modern, ið hevur heimskenda orkesturleiðaran Claudio Abbado sum listarligan leiðara. Upprunin til hesa grein er tann, at undirritaði fær tónleik framførdan á stevnuni í ár. Vegna tess at høvuðsevni er »útjaðaraøkini í Europa«, hildu fyrireikararnir tað vera áhugavert at hoyra, hvørja ávirkan tað hevur havt fyri tónleikin, at tónaskaldið er uppvaksið á slíkum stað. Soleiðis gerst samband millum ein av heimsins minstu tónleikastevnum og heimsins størstu. Hetta vísir í sjálvum sær týdningin av Summartónum. Ikki bert fyri tey tónaskøld, ið her búleikast, men eisini fyri tónleikararnar og ta venjing fólksins oyru støðugt fáa. Summartónar kunnu eisini gerast av alstórum týdningi fyri føroysku ferðavinnuna, um tætt samband kann fáast í lag millum Summartónar og allar góðar kreftir, ið arbeiða fyri at gera tað so áhugavert sum gjørligt at vera ferðafólk í Føroyum.

? Sjálvt um eg fegin vildi, kann eg ikki lata vera við at undrast á gongdina í føroyska tónleikaheiminum, nevniliga tað, at havnarkórið við Ólavi Hátún á odda hevur lagt sokallaðu kórstvnuna NACF samstundis sum Summartónar. Tað skuldi verið óneyðugt at mint á at »tað er lættari at bróta niður enn at byggja upp«. Tí heiti eg inniliga á tykkum, um tit halda á við hesum tiltaki, at finna annað tíðspunkt næstu ferð.

Góði Ólavur, um hetta snýr seg um at laða ein varða, skal eg bert stillisliga vísa á, at við tyngdarlógini í huga er tað ógjørligt at byggja nýtt støði oman á lidnan varða.

Við hávirðing,


Sunleif Rasmussen