Fótbóltsundirhaldinum í Klaksvík stóð 2. deildarliðið hjá KÍ fyri, og orsakað av føðingardagshaldinum og vítt fevnandi skránni var dysturin spældur sunnudagin. KÍ plagar annars at spæla heimadystirnar í 2. deild leygardag.
EB/Streymur royndi at varðveita verjustøðurnar væl, og teir høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin. At teir komu á odda, tá eitt korter var farið, kom sera væl við.
Jákup W. Hansen, sum var fremsti maður, setti hol á. Hann royndi beinleiðis ímóti málinum við frísparki stutt uttanfyri brotsteigin í vinstru. Skotið var stak gott, og Meinhard Joensen hevði ikki møguleika at bjarga.
Hetta mundi vera ein hin seinasti dysturin hjá Jákupi fyri EB/Streym í hesum umfarinum ? ella kanska var tað tann síðsti, tí hann skal av landinum at ganga í skúla.
Útiliðið hevði onkrar góðar skotroyndir í 1. hálvleiki, tá Meinhard Joensen noyddist at vísa síni kynstur, men í 2. hálvleiki var KÍ greitt omaná.
Bara ein lítil løta var farin, tá heimaliðið javnaði. Ove Nysted, sum hesa ferð var í álopinum, stýrdi bóltinum um strikuna, eftir at Óla Kristian Djurhuus hevði verið ov stuttur at røkka út til flata innleggið frá Fríðini Ziskason.
Tá stívliga eitt korter var eftir, varð veteranurin Marni Isaksen settur inn á KÍ miðvøllin, og hann gjørdi av álvara um seg. Beinanvegin, eftir at hann var innkomin, varð hann feldur av málverjanum, og Niclas Niclasen var tryggur úr ellivu metrum.
Bara tveir minuttir seinni javnaði EB/Streymur. Eftir hornaspark úr vinstru stóðst eitt sindur av aftur og fram av, og so endaði tað við, at Kristian Dam, sum stutt frammanundan var komin á vøllin.
Hóast KÍ yvirvág síðstu løtuna, so tóktist tað, sum um tað fór at enda við javnleiki. Men fýra minuttir fyri leiklok fekk KÍ sigursmálið og harvið øll trý stigini. Málskjútti var Ólavur Kjølbro, sum stútaði hornasparksinnlegg frá Marna Isaksen í kassan.