?Hetta man vera tað frægasta árið higartil í nítiárunum
Skúvoyingurin, Ólavur Skipagøta er ein íðin fleygingarmaður.
Hóast hann nú býr og arbeiðir í Havn, er vanligt, at hann leitar sær suður til Skúvoyar hesa árstíðina at taka lut í bygdarlívinum har.
Og hesa tíðina snýr ein fittur partur av bygdarlívinum seg um lundafleygið.
Og Ólavur Skipagøta letur væl at fleygingini í ár.
? Hetta man vera tað besta árið higartil í nítiárunum, sigur hann.
Fáa staðni eru tey so væl fyri sum í Skúvoy, tí teir hava sessir upp á allar ættir so tað er altíð onkustaðni at fara við stongini, sama hvør ættin er.
? Men tað er kortini ikki tað stóra at fáa á høgættini. ? Okkum dámar betri vesturættirnar, útnyrðing, útsynning og útsynningsunnan. Vestan er ikki so góð, tí tá legst hann ofta við mjørka.
Ólavur sigur, at í ár hava skúvoyingar ligið um 200 lundar í miðal uppá dagin og tað er heldur meiri, enn vanligt hesi seinastu árini. ? Eg haldi ikki, at nakar í Skúvoy klagar um fleygingina í ár, leggur hann afturat
? Sjálvur fekk hann stívliga 650 lundar tann besta dagin og og tað var eisini besti dagur í oynni í ár.
Tilsamans heldur Ólavur Skipagøta, at skúvoyingar hava fleygað eina 7.000 -8.000 lundar í ár.
? Tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum í fjør, sigur hann
? Lundin er í góðum standi, men unglundin er heldur rak. Men tað er onki nýtt, tí soleiðis hevur altíð verið.
Hann sigur, at pisurnar eru komnar væl undan í ár og at onki er at síggja deytt.
Sjálvboðin stovnsrøkt
Tað er ikki sørt, at tað er kampur um sessirnar úti í Skúvoy.
Men tað merkir ikki, at tað tað bara er tann sterkasti sum vinnur og at bara teir, sum fara fyrst frá húsum, sum fáa teir bestu sessirnar.
?Fleygingin í Skúvoy er nokk so væl skipað. Vit hava sett ymsar fyriskipanir í gildi fyri fleygingina. Hetta er fyri at sleppa undan ótálmaðari fleyging.
? Men forskriftirnar eru eisini settar í gildi sum eitt slag av sjálvbodnari stovnsrøkt, tí lundin var sera illa fyri seinnapartin í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum.
? Alt, sum kom undan, fór fyri skeyti og vit sóu ongar sildberar.
Annars var gamalt at byrja at fleyga á syftunsøku 2. juli.
? Men tað er bara blivið fyrr og fyrr, at menn eru farnir at fleyga og seinastu árini hevur ikki verið óvanligt, at byrja at fleyga á jóansøku.
? Tað hildu vit var nakað tíðliga. Tí hava vit avtalað, at 7. juli skal vera fyrsti dagur, sum loyvt er at fara at fleyga.
?Vit settu 7. juli til fyrsta fleygadag, tí lundin hevur verið so seinur á veg og vit hildu at tað gjørdi onki at fleygingin dró út, tí nú er tað ikki vinnuvegur hjá nøkrum longur.
? Teir flestu fleyga bara til húsbrúks og so mikið, at teir fáa latið skyldfólki og teimum nærmastu burturav, og onkur selur eitt sindur, um nakað leypur av.
Ólavur sigur, at skúvoyingar hava harafturat avmarkað fleygingina soleiðis, at tað avtalað er, at ongin maður skal fara frá húsum fyrrenn klokkan seks á morgni.
? So er loyvt at fleyga til klokkan seks á kvøldið, men tá skal so stongin leggjast inn.
? Hetta er ein sjálvboðin stovnsrøkt, sum vit eru fegnir fyri og sum allir taka undir við tað er ongin, sum tosar um at taka fyriskipanirnar av.
Og hóast tað er eitt sindur av kapping um sessirnar, er hetta ikki nakað, sum ?oyðileggur? dagin fyri nakran.
? Allir menn duga sær hógv. Tað verður tosað seg til rættis um sessirnar. Og hóast onkur altíð kann ganga onkran annan av, fara menn ikki við spreingisgongu avstað fyri at fáa teir frægastu sessirnar. Sessirnir eru nógvir og menninir fáir so tað er ikki neyðugt at leika so í fyri at sleppa framat einum góðum sessi.
Ólavur sigur, at tað hava sjálvdan verið meiri enn fýra-fimm mans í bjørgunum ísenn.
? Og er vesturætt, hava vit einar fimm-seks sessir, sum allir eru líka góðir, at velja ímillum.
Onki deytt í ár
Ólavur Skipagøta sigur, at tað er eisini, at tað er nógv ur lomvigi at síggja.
? Lomvigin er komin væl undan. Hann fór áðrenn ólavsøku og pisan var var væl fyri.
Yvirhøvur heldur hann, at lomvigin hevur stabiliserað seg.
? Eg vil ikki siga, at lomvigin er øktur so nógv, men hann er ikki so kritiskur, sum hann kanska var einaferð.
Men Rytan er sera illa fyri.
? Tað var nógv ryta í vár, men allar pisurnar doyði í hungri. Eg haldi ikki, at eg havi sæð meiri ann tríggjar rytupisur í ár. Sama skilið var í fjør.
Øll rætt at fleyga
Í Skúvoy hava øll rætt at fleyga. Tvs øll, sum antin eru skúvoyingar, ella eiga jørð í Skúvoy hava rætt at fleyga.
? Hendan avmarkingin er ásett fyri at sleppa undan teirri ógvusligu innrásini av fremmandafólki, sum kundi tikið seg upp.
? Men Ólavur Skipagøta sigur at afturfyri leggja skúvoyingar landpart av.
? Landparturin er triðingurin av veiðini.
? Hetta er ein góð skipan, tí hon ger, at fleygasessirnir verða ikki býttir út uppá jørðina.
? Tann, sum onga jørð eigur, hevur sama rætt at fleyga sum tann, ið eigur nógva jørð, bara triðingurin av veiðini verður lagdur av til landpart. Tað er eitt gott frælsi at hava hjá tí, sum onga jørð eigur.
Tað gongur soleiðis fyri seg, at tá ið hvør maður kemur aftur úr bakkanum, leggur hann triðingin av veiðini á eitt ávíst stað í bygdini.
? Tá ið so allir eru afturkomnir, koma teir, sum eiga jørðina og býta landpartin imillum sín eftir eini nágreiniligari skipan sum í stórum ber í sær, at tann, sum eigur nógva jørð fær meiri í landpart enn tann, sum eigur lítið av jørð.
Ólavur Skipagøta heldur, at tann, sum fær mest í landpart, mundi fáa einar 300 lundar í ár. Tann sum fekk minst, fekk fimm.
Væl at fáa í Nólsoy
Eisini nólsoyingar lata væl at fleyðingini í ár.
Leo Poulsen heldur, at nólsoyingar hava fleygað einar 8-9000 lundar í ár og tað er heldur meir enn í fjør, tá ið tað viðraði stak illa.
Í ár hevur viðrað hampiliga væl. Nólsoyingum dámar best, tá ið hann rullar rundanum norðan og sunnan og tað hava verið rættiliga nógvir, góðir dagar.
Í Nólsoy er tað jørðin, sum eigur rætt til fleygasessirnar, men landpartur verður ikki latin longur.
Teir hava bara Urðina at fara í. Har eru 12 sessir og vanliga eru teir seks átta mans, sum fleyga hvønn dag.
Í Nósloy hava teir skipað fleygingina soleiðis, at fyrra partin í fleygingartíðini hittast allir menn suðuri í Dølum, kl. 6.30 hvønn morgun, har teir kasta lut um sessirnar. Seinna partin í fleygingartíðini møtast teir kl. 7. 30. Hetta er ein skipan, sum teir halda fast um.
Leo heldur, at lundin er væl fyri og deyða pisu síggja teir ikki.
Minni at fáa í Mykinesi
Hinvegin er fleygingin ikki eydnast so væl í Mykinesi í ár, sum vanligt.
Búi Brattaberg sigur, at tað hur verið verri enn miðal.
? Ein ørsøk er, at tað hevur viðrað so illa.
? Tað hevur verið nógv vesturætt og nógv høgætt, og tá eru fáir sessir, sum tað er farandi í. Landsynningur og sunnan eru tær bestu ættirnar, men tað hevur lítið verið av.
Í Mykinesi eru tað tey, sum eiga jørðina, sum sessirnir eru í, hava rættin at fleyga.
Í Mykinesi hava teir neyvan fingið meiri enn gott 100 lundar í miðal uppá dagin. Og tað er lítið av miklum. Búi heldur ikki, at tann besti dagurin hevur givið meiri enn 300 lundar hjá onkrum.
Handanfyri, í Borgardali og Kálvadali eru neyvan meiri enn einir 450 lundar fleygaðir í ár og tað er sjáldsama vánaligt.
Alt í alt heldur hann ikki, at Mykinesmenn hava fingið meiri enn einar 30.000 lundar í ár, og tað er væl undir miðal.
Búi Brattaberg sigur, at pisan er ikki væl undankomin í ár og nógv var at síggja deytt í ár. Hetta er, hóast tað er væl av sildbera at síggja. Men hann hevur nógv annað í nevinum enn sild. Møguliga er fóðurvirðið í tí so vánaligt, at tað føðir ikki pisuna. ? Kanska hevur tann nógva høgættin eisini gjørt, at ongin sild er inni við land og at sildberin tí noyðist ov langt úr landi eftir føði, heldur Búi Brattaberg.