Sum orðatakið sigur, at ilt eyga skal einki gott sjá, og soleiðis man tað eisini vera, men at sáða slíkan illvilja, iva og beinleiðis óndskap niður í fólk, sum vit síggja í leiðaranum í Dimmalætting og hvat ávísir sambandsmenn skriva, skal ein leita leingi eftir.
Tað frøddi menn herfyri, tá danskir politikarar í Degi og viku søgdu, tá teir vórðu spurdir, um teir trúðu at Føroyar kundu klára seg sjálvar, og svaraðu allir, at tað trúðu teir uppá, og at sjálvandi skuldu danir hjálpa føroyingum í eini skiftistíð, sambært ST-sáttmálanum, sum teir sjálvir hava skrivað undir uppá. Samstundis vórðu sambands- og javnaðarlygn-irnar gjørdar til einkis, at ókeypis atgongd okkara til Ríkissjúkrahúsið (sum als ikki er ókeypis, men kostar sjúkrahúsverkinum umleið 40 mill. kr. um árið), fer at fella burtur. Ókeypis atgongd okkara til danskar skúlar og lærustovnar verður stongd, varð eisini afturvíst, tí tað kemur at halda fram óbroytt, tí vit eru ein partur av Norðurlondum, sum hevur eina slíka samstarvsavtalu, um at vit frítt kunnu fara til eitthvørt Norðurland og lesa, uttan at gjalda fyri tað. Sostatt hava hesir fyrimunir einki við ríkisfelagsskapin at gera.
Tá eg síggi ávísar greinir í bløðunum, summar wc-rullulangar, leypi eg tær um, tá eg síggi at greinskrivarin er t.d. Bjørn á Heygum, Pauli Ellefsen ella Edmund Joensen. Orsøkin er, at hetta er so niðurbrótandi lesnaður og orðaskvaldur, sum hesir myrkursins gongumenn skriva, at eg vil eira sinni mítt fyri slíkum. Her finnur tú einans sjúkliga trúttan niður í føroyingin, at vit eru einki, vit megna einki, vit duga einki, lat danir gera alt og rinda alt fyri okkum, tí vit eru so fámentir og neyðarsligir osfr. Her finnur tú onga eggjan bert niðurgering. Hetta er beint tvørturímóti tí, sum danskir politikarar hildu um okkum. Sambandsmenn trúgva ikki uppá og hava ongantíð havt álit á føroyinginum.
Undan løgtingsvalinum frøddi tað meg, at sjálvt tann ungi formaðurin í Unga Sambandinum, sum er úr Vágum, gekk inn fyri at blokkurin skuldi burtur við tíðini. Hetta vóru nýggir tónar í flokkinum, so hóast tingumboðið hjá sambandinum í Vágum, sum eg metti at vera hampafólk og hálvgum skilagóðan, fall og varð skiftur út við væl yngri mann, helt eg at nú fór at ganga rætta vegin í hesum so afturhaldandi flokki. Men gleðin var stokkut, tí hóast unga aldur sín, kann eg bara harmast, at eisini hesin maður má teljast millum myrkursins gongumenn, at døma eftir teimum greinum hann skrivar, tí havi eg eisini bólkað hann saman við undanfarnu nevndu monnum, hvørs greinar eg leypi um.
Í staðin fyri at eggja, stimbra og geva fólki nýtt mót, so verður einans illvilji sáðaður samstundis sum føroyingurin verður undir-vurderaður og niðurgjørdur eins og hinir myrkursins gongumenn hava gjørt. Í einum av teimum seinastu greinunum, hann skrivaði, endaði hann við at »føroyingurin er bangin og óttafullur. Og tað er væl skiljandi«. At føroyingurin er bangin og óttafullur trúgvi eg einki uppá, tí tað er betri tilfar í føroyinginum enn so, sum hevur eina sterka gudstrúgv, og tí ikki nýtist at ganga og stúra. Men um veikar sálir lesa leiðararnar í Dimmalætting og greinirnar hjá myrkursins gongumonnum, og trúgva hesum oyragassi, skilji eg væl at slík gerast bangin og óttafull.
Niðurstøða mín er tí, at einasta endamál hjá teimum er at leypa ótta og ræðslu á fólk í síni níðingsskriving um føroyingin. Mær vitandi er vágatingmaðurin lækni. Tað kann tí ikki vera rætt ella í tráð við læknalyftið, at hesin maður roynir at sáða ótta og ræðslu millum fólk.
Kai Vágfjall