Í samband við føðingardagshaldið hjá Klaksvíkar kommunu skipa skótar fyri familjutiltakið úti í Grøv í dag frá klokkan 15 til 20.
Tiltakið er rættuliga stórt. Skótarnir fara at grilla og á pallinum í »svimjihylinum« verður skipað fyri marathonkonsert við ymsum bólkum og solistum.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur dramatiserað Blankansrímu og fer, umleið klokkan 15.45 at framføra hana saman við dansarum í Klaksvíkar Dansifelag.
Tað er Marianna Debes Dahl, sum hevur gjørt leikritið til framførsluna.
Tá nú dansararnir frá dansifelagnum eru í gongd allíkavæl, so er væl hugsandi at fari verður upp á gólv eisini.
Luttakararnir til konsertina verða Aria, Dynamitt, I Am, Countrybólkurin, Jógvan Andrias Joensen, Millum Frændir, Ólavur Prelsey & His Dirty Rag Rags, Pætur við Keldu og Torkil Mørkøre.