Broytingartíðir eru nú sum ongantíð áður

Ikki er Føroyalandi nógv tilfeingi givið, men tað unga ættarliðið er ríkidømi, sum vit eiga at geva ta bestu námsfrøðiligu undirvísingina, soleiðis, at føroyingar kunnu javnmeta seg við tey mest framkomnu fólkini í heiminum, segði Andras L. Samuelsen, formaður Føroya Lærarafelags, tá hann setti ólavsøkuna 1998

Góðu ólavsøkugestir, góðu føroyingar, vælkomin til setanina av okkara tjóðhátíð, ólavsøkuni.

Hendan hátíð, sum av byrjan tíð av hevur verið til minnis um deyða Ólav Haraldson, sum lat lív á Stiklastøðum 29. juli í árinum 1030, og sum varð lýstur halgimenni, hevur fyrr verið hildin í øllum Norðurlondum.

Í dag verður Ólavur Halgi minntur við hátíðarhaldið í Tróndheimi, ella Niðarósa, sum býðurin í gomlum døgum varð kallaður.

Í Føroyum hevur siðurin at minnast Ólav Halga verið varveittur, men er siðurin so við og við broyttur til eisini at verða okkara tjóðhátíð hildin í Tórshavn 28. og 29 juli.

Hendan hátíð hevur verið eyðkenni fyri føroyingar í øldir. Í fleiri 100 ár hava føroyingar savnast í Tórshavn fyri at halda ting, handla, møtast við ætt, vinum og kenningum, og at halda sær at gaman.

Hetta er størsta samankoming av føroyingum, sum kemur fyri.

Tað man vera rættiliga sjáldsamt, um ikki eindømi, at so nógvir íbúgvar í einum landi stevna saman til høvuðsstaðin at halda tjóðdagin. Hetta styrkir samanhaldið í okkara lítla, men tó spjadda landi.


Øll eiga ólavsøkuna

Tað sum setir serligan dám á setanina nú á døgum, er skrúðgongan við teim nógvu treystu ítróttarfólkunum, og Havnar Hornorkestur við sínum frálíka spæli. Fyri hetta hava tey stóra tøkk uppiborið.

Øll eiga vit ólavsøkuna og seta okkara dám á hana við okkara atferð. Bygdamentan, býarmentan og oyggjamentan møtast á ólavsøku og eru við til at mynda tann føroyska samleikan.

Børnini hava ein stóran leiklut í ólavsøkuni. Tey nógvu av tiltøkunum á ólavsøku eru fyri børnini, og tað eigur tað eisini at vera. Tey eru hesar dagarnar saman við foreldrum á ein øðrvísi hátt. Tær reglur, sum dagliga eru galdandi, hava ikki sama virði á ólavsøku. Tey uppliva hvønn annan í einum heilt øðrum leikluti. Hetta er við til at skapa fatan millum ættarliðini.

Tey ungu hava á ólavsøku møguleikar fyri at seta sær sjálvum meira ella minni víð mørk, hetta er ein liður í at gerast tilkomin. Her mugu tey ansa sær sjálvum. Tey hava høvið til at møta javnaldrum úr øllum landinum, kunnu knýta vinarbond og ástarbond, sum kunnu vara longur enn bert hesa ólavsøkuna.

Okkara fyrsta føroyska móðurmálsorðabók, sum kom út fríggjadagin, nevnir tó hendan setningin: ólavsøkufríggj sær sjáldan jólamyrkrið.


Føroyar á vegamóti

Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og byrjað verður upp á eina nýggja tingsetu.

Føroyar eru komnar í eina politiska og fíggjarliga støðu, sum ger at okkara ríkisrættarliga skipan skal endurskoðast.

Føroyar eru sostatt á einum vegamóti. Hvønn veg tað ber er ilt at siga.

Livilíkindi og møguleiki fyri at fáa arbeiði hevur nógv at siga fyri tað uppvaksandi ættarliðið.

Serliga tey ungu hava í dag stórar trupulleikar við at finna sær arbeiði og lívsgrundarlag.

Fyrsta treytin fyri at setast í búgv er at tey ungu síggja møguleikar og at útlit eru fyri at fáa arbeiði.

Tey sum ganga í teimum elstu flokkunum í fólkaskúlanum í dag skulu um fá ár verða við til at avgera, hvussu Føroyar skulu stjórnast í framtíðini. Hesi hava krav upp á eina gjølla og partleysa kunning, soleiðis at tey hava møguleika fyri at vita hvørjar avleiðingar tað val sum tey koma at gera, fær.

Tað liggur ein stór ábyrgd á okkara Løgtingi, bæði samgongu og andstøðu, at sannføra Føroya fólk um ta røttu loysnina.

Tann rætta loysnin er hon sum kann sameina føroyingar.

Eftir at hava hoyrt nývaldu politikararnar við seinasta løgtingsval, so sær tað út til, at tað er minni munurin ímillum flokkarnar í hesum spurninginum. Allir siga at lívskorini ikki skulu skerjast, og at broytingin í ríkisfelagsskapinum skal gerast stigvíst, so hvørt sum vit hava ráðini til tað.

Hetta meti eg at allir flokkar kunnu ganga við til, so eftir er bert at sameina ta politisku orkuna, sum er her á landi, at fáa sum frægast burturúr.

Tað eru nóg mikið av týðandi málum at kanna og taka støðu til, at brúk er fyri øllum kreftum.


Føroyingar

í fremstu røð

Føroyingar taka við tí nýggja, sum rørist úti í stóruverð. Í dag gongur ikki nógv tíð, áðrenn tað nýggja verður tikið upp av føroyingum, tað veri seg tøkni, móti, lógir ella annað, sum stingur seg upp í útlondum.

Í summum førum eru føroyingar í fremstu røð, ella ganga á odda. Her verður m.a. hugsað um okkara skúlaungdóm, sum nú í tvey ár á rað hevur vunnið eina evropeiska kapping um at gera burðardygg vinnuuppskot.

Eitt annað dømi um at okkara skúlabørn eru í fremstu røð er, tá ið tey eru saman við norðurlendskum skúlabørnum. Tá eru tey føroysku børnini tey bestu til at skilja og samrøða við hini norðurlendsku skúlabørnini.

Hetta gerst ikki uttan eina góða skúlagongd. Føroyar eru í dag einasta Norðurland, sum lærir sín skúlaungdóm eitt annað norðurlendskt mál væl og virðiliga.

Okkara samleiki hevur tætt tilknýti til Norðurlond, og tí fellur hetta okkum natúrligt.

Grannalondini hava stutt síðan fingið nýggja fólkaskúlalóg.

Føroyar fáa frá 1. august í ár eisini nýggja fólkaskúlalóg. Hetta fer at geva grundarlag fyri at okkara børn og ungu fáa møguleika at verða minst líka væl fyri sum tey í teim mest framkomnu londunum eru.


Kveikja upplýsing

og mentan

Ólavsøkudag fyri 100 árum síðani tóku nakrir lærarar stig til at seta á stovn Føroya Lærarafelag.

100 ár tykist langt síðani, men eg kann nevna, at ein av hesum lærarum plagdi á gamalsaldri at ganga túr við pápa mínum, tá ið hann var smádrongur.

Endamálið við felagnum var m.a.: ?At fremja samanhald ímillum lærararnar og at kveikja upplýsing og mentan limanna millum og harvið manna millum.?

Til 1956, tá ið landsskúlaráðgevin kom til, hevði Føroya Lærarafelag sjálvt tikið stig til meginpartin av tí, sum hendi í fólkaskúlanum. Føroya Lærarafelag virkaði fyri, at móðurmálið fekk pláss í skúlanum, at undirvísingartól komu í skúlan og at skúlabøkur vóru gjørdar.

Tá ið broytingar í skúlaverkinum í dag skulu gerast er Føroya Lærarafelag eisini við. Í nevndini, sum gjørdi uppskot til løgtingslóg um nýggja fólkaskúlalóg, vóru allir nevndarlimirnir lærarar og limir í Føroya Lærarafelag.


Unga ættarliðið

er ríkidømi

Broytingartíðir eru nú sum ongantíð áður. Øll verða vit, børn sum foreldur, ávirkað av sjónvarpi og telduni við sínum internetsambandi við allan heimin. Samfelagið er vorðið ógvuliga fjøltáttað, og við kunningartøknini koma broytingarnar skjótari og fleiri á okkum.

Ikki er Føroyalandi nógv tilfeingi givið, men tað unga ættarliðið er ríkidømi, sum vit eiga at geva ta bestu námsfrøðiligu undirvísingina, soleiðis, at føroyingar kunnu javnmeta seg við tey mest framkomnu fólkini í heiminum.

Ólavsøkan býður til alskyns møguleikar. Ein kann fara í kirkju, til møtir, fólkafund, framsýningar, tónleik, dans, felagssang, ólavsøkukabarett, tivoli, basar, ponyríðing, gyrðislop, spøl og undirhald og ikki at gloyma ítróttarkappingarnar.

Hjá mær er eingin ólavsøkuaftan farin afturum, uttan at eg eisini hava verið til setanina á Vaglinum, kappróður á Havnarvág og síðan til fótbólt í Gundadali. Hetta sær út til at broytast í ár, soleiðis at í staðin fyri fótbólt, fáa vit at síggja sterkastu menn í verðini. Her eru vit eisini við í fremstu røð. Aðrar ítróttakappingar eru: ríðing, hondbóltur, súkkling og renning.


Ólavsøkugestir

Barnaheimið hjá mær liggur ikki meira enn eitt hanagleiv vestan fyri Vagli. Hendi nakað á Vaglinum, so hoyrdu vit tað, og tá var ikki at sita heima. Vit søgdu yvir á Vaglið og yvir á Skálatrøð. Nú er tað longu langt síðani, at vit sótu á Skálatrøð og hugdu eftir kappróðri. Nú fær ein ikki sett seg har longur, men tú kanst seta bilin har.

Alt tað eg minnist, hevur húsið altíð verið fult av gestum á ólavsøku. Hetta hevur fyri meg verið við til at gera ólavsøkuna til nakað serligt.

Uttan iva er hetta at hava ólavsøkugestir fastur táttur hjá nógvum havnarfólkum.

Í dag eru túsundatal av fólki komi saman her á Vaglinum í okkara flaggskrýdda høvuðsstaði, at vera við til at seta tjóðhátíð okkara.

Við hesum orðum skal eg lýsa ólavsøkuna 1998 at vera setta, og vil eg ynskja øllum eina góða ólavsøku. Takk fyri.