Til Filipsoyggjarnar at hjálpa gøtubørnum

7. oktober fara fólk úr Føroyum væntandi úr Føroyum til Filipsoyggjarnar. Ætlanin er at hava ymisk tiltøk í Føroyum, fyri at savna pening til gøtubørnini í Manilla, men umframt at hjálpa peningaliga, er eisini ætlanin at geva børnunum eitt upplivilisi, siga Angela Petersen og Ólavur Jøkladal, ið eru tveir av fyrireikarunum. Fyrsta tiltakið verður í SMS komandi vikuskifti

Í einum húsum á Argjum stendur telefonin ikki still í hesum døgum. Orsøkin er, at har hava tey sett sær fyri at fara til Filipsoyggjarnart fyri hjálpa gøtubørnum í Manilla og tað krevur fyrireiking.

Tá eg tríni innar í hugnaliga køkin hjá Angelu, sita Angela og Ólavur og fyrireika. Ólavur við telefonini í hondini. Á svenskum roynir hann at fáa greiði á eina teldupost adresu.

Angela skeinkir mær kaffi og greiðir frá, hvussu alt hetta kom í lag:

? Tað byrjaði so spakuliga við, at eg og ein vinkona, Siri, sótu og tosaðu um, hvussu stuttligt tað er at hoyra og síggja børn flenna og hvussu stuttligt tað er at framføra klovnaleik fyri børnum, sigur Angela, ið er pedagognæmingur.

Samstundis komu tær at hugsa um, at tað ikki eru øll børn, ið sleppa at uppliva tílíkt.

? Vit prátaðu so um, at tað hevði verið áhugavert at farið til Russlands, ella aðrastaðir, men vit flentu so eftir hugskotinum eina løtu, men meira kom ikki burturúr. Dagin eftir sigi eg so við hana, at eg meinti tað um at gera okkurt fyri børn og at vit skuldu royna okkurt. Tað var hon við uppá, og soleiðis byrjaði tað, greiðir Angela frá.


Regin Guttesen

eisini við

Fyrst var høvuðsætlanin at spæla klovnaleik fyri børnunum, men tað stóð skjótt greitt, at fleiri fólk máttu uppí, eitt nú tónleikarar.

? Vit hittu so Ólav, ið er lærari okkara, og eg spurdi hann, um tað ikki hevði verið áhugavert at farið til Filipsoyggjarnar at hjálpa børnum har. Hann svaraði beinanvegin, at tað helt hann. Ein annar í flokkinum hevði eisini hug at koma við og hann ringdi til Regin Guttesen, sum játtaði at vera við, sigur Angela.

? Vit vistu ikki rættuliga, men nú var greitt, at tað bleiv okkurt við klovnum og tónleiki, men fotograf máttu vit eisini hava, tí stuttligt er at hava góðar myndir, ið kunnu nýtast aftaná at greiða fólki frá støðuni í Manilla, sigur Angela.


Skelkandi tøl

Hóast byrjanin var í lagið, so stóðu tey eitt sindur á berum. Angela hugdi so í telefonbókina, fyri at finna eitt felag, ella líknandi, ið kundi vera til hjálpar. So kom hon á Skandinavisku Barnamissiónina. Har vóru tey glað, at tey høvdu valt Filipsoyggjarnar, tí har var veruliga hjálp fyri neyðini.

? Har stendur illa til og tølini eru skelkandi, sigur Angela og hyggur at Ólavi, ið hevur kannað málið.

? Eg eri lærari hjá trimum av teimum í føroyskum og vit hava fingist við leikur og dukkuleik. Kanska er tað tí, tey hava biðið meg vera við, sigur Ólavur.

? Eg kagaði í eitt leksikon, ið er frá fyrst í sjeytiárunum. Har stendur, at í Manilla búgva 2,2 milliónir. Eg samskifti so við ein føroying í Manilla, Ragnar Niclasen, ið greiddi frá, at tað búgva 15 milliónir í Manilla, so vøksturin er øgiligur, greiðir Ólavur frá.

? 1,2 milliónir av hesum eru gøtubørn. Harav eru 25.000 undir 10 ár og tey verða misnýtt. Eg gangi útfrá, at talan er um kynsliga misnýtslu, so tørvurin er stórur á hjálpararbeiði, sigur Ólavur.

Annað hvørt barn doyr, áðrenn tað verður 10 ár.


Sjálvstøðug verkætlan

? Vit hoyra ikki til nakarn felagskap ella bólk, men gera tiltakið, sum sjálvstøðugur bólkur, greiða Angela og Ólavur frá.

Angela hevur tó verið í samband við Skandinavisku Barnamissiónina og tá Ólavur kom inn í myndina, setti hann seg í samband við New Tripes Missión, tí hann visti um føroying, ið hevði eitt sindur at siga í felagsskapinum og at Ragnar Niclasen virkaði í Manilla fyri felagsskapin.

Sostatt er talan um sjálvstøðuga verkætlan, ið tó nýtir hjálparfelagsskapir, ið virka á staðnum og eru kendir og góðtiknir á staðnum, til at fáa framt ætlanina í verki.


Einki til fyrisiting

? Vit ivaðust ofta um, hvat vit kundu gera, tí at fara til Filipsoyggjarnar at spæla klovn, tað ljóðar løgið, men so kom Bo Wallenberg frá Barnamissónini á vitjan. Hann helt hetta ikki vera løgið, tí tørvur er á hjálp og børnunum tørvar, at alt ikki er negativt. Teimum tørvar slíkt upplivilsi, sum sovorðin skemtiframførsla kann geva, sigur Angela, ið leggur afturat, at ikki er vanligt, at Barnamissiónin letur tilvildarlig sleppa at fremja tað, ið knan tykjast sum tilvildarligt tiltak, undir teirra veingjabreiðið.

? Sjálvt um vit bert eru í 2 vikur, so kunnu vit gera okkurt. Um tey so kanska eru burtur dagin eftir, so hava tey fingið eitt gott upplivilsi og vit vóna sjálvsagt at fáa so nógvan pening inn, sum gjørligt. Vit ætla sjálvi at lata peningin, so hann kemur á rætta stað og so einki fer til fyrisiting, sigur Angela, ið eisini sigrur, at avgerðin um, júst hvar pengarnir fara, verður tikin, tá tey koma til Manilla og síggja tørvin.


Framføra brot úr Bíbliuni

? Vit hava samband við eitt barnaheim og fyrstu vikuna fara vit út við eini kvinnu, ið fer út um náttina í bussi at býta mat út. Tá hon steðgar við bussinum, koma børnini á gøtuni rennandi og so fáa tey velling. Tá ætla vit at framføra og syngja og taka eitt brot úr Bíbliuni at leika fyri teimum, tí tað kenna tey, sigur Angela.

? Tá verða eisini børn vald út at sleppa á barnaheim. Eisni verða gentur valdar út, ið skulu á barnaheimið Roses of Sharon, ið er fyri gentur, ið hava verið misnýttar. Har eru 19 gentur, ið eru frá 5 til 19 ár og teimum ætla vit at geva gávur, tí tær eiga einki, so alt hevur týdning fyri tær, greiðir Angela frá.


Helviti á jørð

?Vit ætla eisini at vitja Smokey Valley. Tað verður kallað ?Helviti á jørð?. Eg havi hoyrt, at fólk, ið hava verið har, troysta sær ikki at fara ov langt inn, tí har lugtar so illa. Men vit mugu fara við einum smíli, tí har búgva teym tað er teirra heim. Vit ætla at geva teim

um eina góða løtu við leiki og tómleiki, sigur Angela, ið leggur dent á, at hetta bert er ein síða.

? Sjálvsagt er eisini umráðandi, at vit hava pening við, tí tað hava tey so hjartaliga brúk fyri, sigur Angela.

Vónandi kann hetta fáa onnur at fara eisini, tí støðan har er vónleys, sigur Angela.

? Onkur hevur spurt Angelu, hví júst Manilla?, Hjálpir hetta nakað, er tað ikki bert ein dropi i havinum?, sigur Ólavur.

? Men alt hjálpir, alt ger mun. Fyri tey, sum hitta okkum, hevur tað nógv at sigi. Ein linni í teirra gerandisdegi og ein troyst, tí vit kunnu sita her hendur í favn og syngja, at himmal er longu her, meðan støðan er ein onnur, um vit fara hinumeginklótuna, sum t.d. ruskplássið, ið Angela nevndi, sigur Ólavur.

? Tey sovna svong og vakna svong og fara út á ruskplássini at leita sær føði, sigur Ólavur

Peningur skal til.

Tað ringasta er, at tey hava eingi rættini. Hjá okkum hava vit eitt trygdarnet, t.d. barnavernd. Har er alt líkamikið, sigur Angela, ið vónar, at fólk stuðla tiltøkunum, ið tey fara at skipa fyri, ella at fólk stuðla við at seta pengar á konta í Føtoya Sparikassa, nevnd ?Manilla ?98".

? Fáa vit ikki nóg mikið av peningi, so senda vit tað, ið er komið inn, sigur Angela, ið fegin vil vísa við hesum, at tað ber til at hjálpa, um ein situr í føroyum.

? Fólk spyrja eisini, um eg ikki havi nokk við míni egnu børn. Jú, men eg havi eisini yvirskot at hugsa um onnur. Meðan onnur kanska fara til Malorca í 2 vikur, so geri eg hetta, sjálvt um tað er eitt stríð av tí, sigur Angela, ið eisini ætlar, at farast skal út á skúlar og til onnur áhugaði, at vísa myndir og at greiða frá støðuni í Manilla.