Eygu og oyru fáa sín part, tá ið hátíðarhaldið verður sett hósdagin 6. august kl. 17 í Vágstúni. Skótar og hornorkestur ganga á odda í skrúðgongu saman við verandi og fyrrverandi býráðslimum, sløkkiliðsmonnum og ítróttarfólki úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún.
Tveir áhugaverdir fyrilestrar verða á Tekniska Skúla. Fyrri hósdagin kl 14, har navnframi vinnulívsmaðurin og stjórin á JB-International, Oluf C. Jacobsen heldur fyrilesturin vinnulívsmøguleikar í Russlandi. Dagin eftir heldur kendi politikarin Poul Schlüter fyrilestur um evnið ?EU - serliga við atliti til Føroyar?
Ein ikki minni áhugaverdur fyrilestur verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjadagin 7. august. Tá heldur Leila Lindén, sjúkrasystrastjóri á Ríkissjúkrahúsinum fyrilestur um evnið: ?Soleiðis virkar Ríkissjúkrahúsið?.
Annars verða alskins framsýningar. Skótaarbeiði í eina øld - framsýning í Uppistova. Listaframsýning við málningum av Fridu Zachariassen, framsýning um vinarbýirnar hjá Klaksvík: Tammpere, Norrkøping, Tróndheim, Grenaa, Odense, Kópavágur, Sisimiut og Wick. Eisini hevur Klaksvíkar Sjúkrahús áhugaverda framsýning um sjúkrahúsið, sum í ár hevur hátíðarhildið sín 100-ára føðingardag.
Tað er at fegnast um, at sera nógv er fyri børnini: Fótbóltskapping og Hond-bóltskapping er fríggjadagin. Rennikapping fyri børn og brandbilar koyra runt í býnum við børnum leygardagin. Eisini er talvkapping - bæði úti og inni - fleiri av døgunum og skótarnir seta upp serligt spælipláss á sandinum.
Ein sera fjølbroytt útikonsert verður úti í Grøv seinapartin leygardagin. Har verður tónleikur: Klaksvíkar Hornorkestur, Blátt, Dynamit, Pætur við Keldu Torkil Mørkøre, Jógvan Andreas Joensen, Ólavur Klakk and his Dirty Rag Rags, Millum Frændir, I Am og Aria. Karl Martin Samuelsen syngur barnasangir.
Eisini verður føroyskur dansur, skemt, grill og Klaksvíkar Dansifelag saman við Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer at framføra í leiki Blankansrímu. Ein sera fjølbroytt ?Grøn konsert? í sera hugnaligum umhvørvi.
Ikki er at gloyma tað so sera hugnaliga kaffiborðið, sum verður eftir Nólsoyar Páls gøtu leygarmorgunin kl 10.
Jú, Klaksvíkingar, Norðoyingar, Føroyingar annars og gestir úr grannalagnum og eisini frá vinarbýunum hava nógv at gleða seg til.