? Tá var navn P. M. Dams á øllum varrum

? Eg var ikki farin úr skúlanum, tá Ísvirkið varð kom - tá var P. M. Dams navn á øllum vørrum, segði Karl Jespersen m. a., tá hann á summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri hugleiddi um góða gamla vin sín, Petur Mohr Dam, sála:

 

Karl Jespersen hugleiðir um Dam

Karl Jespersen var formaður í Fylking árini 1949-1953. Hann hevur verið arbeiðsmaður, fiskimaður, útróðrarmaður og tey seinastu árini keypmaður á Tvøroyri. Karl kom tíðliga upp í felagsarbeiði. Hann hevði stóran áhuga fyri lívskorum verkamanna, og í hesum sambandi vísti hann ofta á tørvin á nýggjum og haldbetri støði undir prístalsútrokningini og gjørdi saman við øðrum uppskot til nýtt pristalsstøði. Hetta arbeiði gjørdist høvuðstilfarið, tá myndugleikarnir at enda av álvara tóku prístalsspurningin upp í fimmtiárunum. Karl Jespersen hevur sum fakfelagsmaður vunnið sær stóra virðing millum manna, eisini uttan fyri Tvøroyri. Hann varð valdur at umboða Føroya Arbeiðarafelag í gerðarrættinum í Keypmannahavn í 1951 í tí stóra sakarmálinum millum FAG og FA. At Føroya Arbeiðarafelag vann sakarmálið, var ikki minst Karli og sannførandi próvførslu hansara fyri at takka.

(J. Dalsgaard, Fylking)

Eg takki fyri æruna at fáa loyvi at siga nøkur orð um P. M. Dam sála.

Jeg eigi ikki orð, ið kunnu lýsa henda mann, sum gjørdist eitt satt halgimenni fyri Føroya arbeiðarafjøld alla frá tí fyrsta degi hann kom á ting, til hann fall á ovasta plássi landsins.

Jeg minnist, tá Ísvirkið kom. Tá var P. M. Dams navn á øllum vørrum. Jeg var ikki farin úr skúlanum tá, men árið eftir var jeg við til at avreiða til virkið. Tað vóru fiskiár, haldi jeg, tí ofta var kajin avbreidd við fiski frá vestara enda og inn í Ísvirkisgangin. Og fram um alt fingu ogur goldið kontant. Ein kolvelting.

Ein avbygdakona segði, at tað fór sum ein ylur gjøgnum bygdina, tá bátarnir komu aftur av útróðri og høvdu verið og selt á Tvøroyri. Teir komu við kontantum peningi.

Nú fingu kvinnurnar lut í hesum vælsignilsi og føldu seg meira fríar og frælsar til at keypa, hvar og hvat tær vildu. Jú, P. M. Dam fekk tað stóru vælsigningina fyri hetta stórverk sítt. Og stoltir vóru ogur, sjálvt um ogur ongan lut áttu í hesi veldigu armadu, tá Ísvirkis-bátarnir komu, men ogur føldu eina veldiga virðing fyri hesum monnum og dirvi, teir sýndu, og ogur vistu, at uttan høvuðsmegi ogra, P. M. Dam, var tað ikki gjøgnumført. Hettar var undurverk og økti munandi um vinnulívið í sóknini, og tað setti síni merkir út um alt landið. Gomul vísdómsorð siga: At eitt fólk uttan søgu er sum eitt træ uttan rót. Søguna hava ogur elsta á landi frá Fróða Kongi, og lívstræ ogra frá 1915 stendur enn. Fræið kom úr øllum ættum, úr hvørji bygd í Føroyum, úr mongum londum. Væl er tað sveisað saman, og væl er tað røkt. Væl við næstingum, F.P.F., hava ogur leikt, og í Javnaðarfelagnum funnið tann felags stríðsanda, ið borið hevur ogum fram til at set ogra egnu spor í Tvøroyrar søgu. Stig hava ogur vunnið, stig hav aogur tapt, men aldri mist áræði. Við P. M. Dams ráðaríku evnum og aldrin væntandi hugflogum og treysti bleiv samstig aftur funnið á somu gøtu, so ogur í 1935 vunnu meirilutan í sóknarstýrinum her. Framman undan í 1934 hevði Fylking við tógvi stríð vunnið kontanta lønútgjaldan, t.v.s. fingið Løngjaldsstovu. Miðskeiðis í sigursrúsi ogra fór A/S J. Mortensen á heysin.

Ein øgilig vanlukka. Tað hevði verið stór rúgva av fólki knýtt at hesum virki, nú var øskukalt.

Tað hevði í longri tíð sitið ein nevnd við tí fyri eyga at keypa ein trolara. Nú mátti berast skjótt at. Fundar blivu hildnir. Nýggjar nevndir valdar. Nu bleiv valt eitt Driftsráð. Fylking valdi P. M. Dam og Rudolf Niclasen. Teir høvdu báðir verið inni í myndini alla tíðina, meðan trolarakeypið var fyri - Leivur Øssursson. Seinri, tá allar samráðingar vóru at kalla lidnar, valdi F.P.F. Niels Juul Petersen og Gustav Gislasen í Driftsráðið. Til stjóra var settur Hjalgrím á Heygum. A.T. var blivið ein veruleiki.

Strilti gekk at fáa rakstrarpening, og høvdu ikki P. M. Dam - Rudold Niclasen og aðrir vælviljandi menn verið, so hevði verið ivasamt, um A. T. knóraði upp til kríggið. Kríggið kom, tá seig at hjá kvinnum og monnum.

Nú var ongin saltfiskur, og sluppirnar, sum høvdu 25 til 34 mans á hvørji ferð, sigldu nú við 6 til 7 monnum. P. M. Dam sá henda óhugna, appeleraði til sóknarstýrið samt løgtingið um at vera við at gera nakað, so arbeiðarafjøldin eisini kundi yvirliva hesa óhugnaligu tíð. Hann vísti eisini á vegagerðir og øking um framleiðslumøguleikan av koli. At økja um veiðiflotan av vónleyst at hugsa um. Men í 1944 eydnaðist at fáa keypt Vestmanna og Brimnes. Vørðan var keypt og seinri umbygd á verkstaðnum undir Heygnum, sum A. T. hevði ognað sær.

Jú, hetta felag var blivið peningastyrkt. Í 45 fór skonnartin Marite fullfermd av kolagrúsi til Danmarkar. Ogur blivu móttiknir av einum Harra Didrikssen. Stjóri ogra, H. á Heygum, og hesin harra Didriksen keyptu tá bátin »Tre Kroner«. Síðan fór Dikrikssen til Bretlands at hyggja eftir einum trolara. Rankin bleiv keyptur í 46.

Á aðalfundi F.P.F. hetta ár bleiv viðtikið at skifta umboð teirra í Driftsráð A.T. út, og settu Andreu Joensen og Julinu Dimon ístaðin, F.P.F. átti sessirnar.

Hettar árið kom skýggj á skermin í A.Tl., lutvíst tí at hetta felag hevði verið ein broddur í eygum á ávísum pørtum av yvirstættini. Hesin stættur, sum hevði verið mest sum undir jørðini krígsárini legði nú í vaðið og spardi ikki óhugnaligu vápn síni. Stjórin hevði fingið sær meira og meira vald. Sást minni og minni í A.T.

Hann var stjóri í Trolkol við skrivstovu í Havn, næstformaður í fiskasøluni og fastur limur í F.A.G.s samráðingarnevnd. Tað var berkin kostur at møta honum sum permanent sproyta fyri F.A.G. og tað var Fylking, sum fekk tokið, tí teir áttu hvønn bókstav í sáttmála uppskotinum, tað visti Hjalgrímur, sum sjálvur var limur í Fylking. Men tað, sum hendi á Tvøroyri, gav hann P. M. Dam skuldina fyri, men sum driftsráðið avvísti sum ein svørt lygn við skrivligum prógvi.

Hetta vóru svárar løtur fyri P. M. Dam, sum so sanniliga hevði vart henda mann. Tí eri jeg noyddur at lýsa frá eini gerð móti Tvøroyri. Eftir hørðum trýsti í fleiri ár fekk Javnaðarflokkurin endiliga fleirtal fyri á Tingi, at frá 1. okt. 1951 skuldi prístalið hækka frá 294 til 311 stig. Arbeiðsgevarar á Skála og Tvøroyri rindaðu ásetta prístalørki í Klaksvík ella Tórshavn ella aðrir limir F.A. orkaðu at stríðast fyri hesi avgerð. Ístaðin gingu teir við til at lata menn fara til gerðarrætt í KBH. Valdir vóru Magnus Tórsheim og jeg. Áður ogur fóru, fekk jeg at vita, at eitt farmaskip fermt við fleiri túsund tonsum av saltfiski úr Grønlandi var komið at leggja fiskin upp í Føroyum. Jeg ringdi til Fiskasøluna, ið átti henda farm, men stjórin var burturstaddur, tí næsti maður hansara, Hj. á Heygum, kundi eg fáa fatur í. So var, jeg segði mín ørindir um at fáa nakað av hesum fiski lagdan upp á Tvøroyri. Ja, svaraði Hjalgrím, um tygur vilja arbeiða eftir 294 prístalinum. Nei, Hjalgrím tað gera ogur ikki, men jeg havi frætt, at Jákup hjá Karl á Lag hevði bjóðað sær at taka bátin uppá akkord fyri 3 kr. 80 oyru pr. tons, og kann hann gera tað, kunnu ogur betri sambært statistikkin í Fiskasøluna um arbeiðs løn í Føroyum. E øll fiskahús í A.T., T.F.T. og N.J.M. tóm. Noy, noy, Karl, segði Hjalgrím og legði rørið á. Dagin eftir fóru ogur til Danmarkar og vunnu sakina um prístalið 311.

Limir F. A. hava vunnið stórpening síðan. H. A. samt kvinnurnar har enn størri, men ogur í Fylking taptu stórt og AT við. Ja, soleiðis royndist hesin maður ogum til seinast.

Í tíðini eftir heimsbardagan knýttist Dam og jeg nærri og nærri saman. Ogur høvdu ábyrgd, ið kundi síðistillast, og hann minti meg mangan á, vit eru evolutionistar ikki revolutionistar, men tað var ikki lætt hjá mær at hava tamarhald á orðalagnum, tá ágangur var, og órættur gjørdist sjónligur. Eisini havi jeg verið meir í hjartanum av VALINUM enn flestu valarar, tí orðalagið. Heldur ikki var jeg nakar polittikari. Ogur fylgdust altíð heim av fundum, viðhvørt fyri at skøva ósemjur burtur. Mangan góðan munnin mátti Finngerð servera eftir miðnátt. Var tað nakað serstakt kom hann inn til mín á Tvørabakka. Jeg fór aldrin av landinum uttan at heilsa honum farvæl. Eisini í 68.

Friður hvíli yvir minnið um teg P. M. Dam. Jeg gloymi teg aldrin.

Karl