teir skulu gera ljóðroyndir og gera klárt til at spæla konsertina kl. 21.00. Forsangarin í Kashmir, Kasper Eistrup, er sera fegin um at sleppa til Føroya aftur at spæla og sigur seg minnast fleiri góðar løtur [...] samband við G! Festivalin í 2004. Hann lovar, at konsertin í kvøld verður við fullum útblástri, og ætla teir at spæla í hvussu so er í 90-100 minuttir. Teir fara at spæla sangir av nýggju fløguni og eisini [...] fríggjakvøldið tann 17. mei kl. 21.00. Konsertin í Mentanarhúsinum er tann seinasta, áðrenn teir fara at spæla á ymsum festivalum kring Europa.
Faroe Petroleum boðar frá, at nú er liðugt at bora Darwin leitibrunnurin, sum Faroe eigur 12,5% av. Komið varð fram á spor av gassi í einum jarðarlagi, men ongin olja varð staðfest í nøkrum jarðarlagi [...] , og brunnurin er mettur at verða turrur. Týðandi nøgdir at dátum og royndum eru fingin til vega, og metingar verða nú gjørdar av tilfarinum. Darwin leitimiðið liggur á Veslemøy Rygginum, á markleiðini [...] norske oljeselskap (10%) og Concedo (20%). Felagið fegnast um, at ein virkin kolvetnisskipan er staðfest á leitiloyvinum. Tað er skuffandi at olja ikki varð funnin; men feløgini hava fingið týðandi upplýsingar
komið, og kappróðrabátar eru farnir at síggjast fram við landi. Hetta er tekin um, at stevnurnar kring landið eru í hondum. Eisini er hetta tíðin, tá kampingvognar byrja at síggjast á føroysku vegunum. Hesi [...] og Vestmanna. Á Skálafirði skiftast Strendur og Skála at vera vertir. Skála var vertur í 2005 og 2009, og eigur nú aftur tørn. Í ár ætla tey at gera serliga nógv burturúr. Fyrireikingarnar eru komnar [...] kampingtreffið. Fyri nøkrum árum síðani var kampingpláss gjørt við ítróttarhøllina á Skála, har til ber at fáa streym til vognarnar, og sanitetsumstøður eru tøkar. Føroysk og útlendsk ferðafólk hava vitjað
Frúnni. Munurin var ógvuliga stórur, hóast tað skal havast í huga, at tá var skipanin soleiðis, at vinnarabáturin vann sjey stig, og at tann næsti vann fimm stig. Í ár hevur tað verið munandi tættari. Frúgvin [...] róðu fram við Molanum bjóðaðu tær úr Fuglafirði av, og eina løtu tóktist tað sum um, at tað skuldi eydnast grøna bátinum at vinna FM heitið til Fuglafirðar. Tað eydnaðist ikki, tí Frúgvin svaraði orduliga [...] tætt, og tað var spennandi undan ólavsøkuróðrinum, og finalan gjørdist framúr. Fyritreytirnar vóru, at Frúgvin úr Miðvági og Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði kappaðust um FM heitið. Tann av hesum báðum k
datt aftur um Sílið. Á fyrra partinum av teininum bendi einki á, at tað skuldi verða Firvaldur, sum fór at vinna á Ólavsøku og harvið fór at vinna FM. Jallurin og Sílið fingu góðan start, meðan Firvaldur [...] Hetta var fyrsta ferðin, at Firvaldur vann FM kappingina fyri 5-mannafør við gentum. Henda kappingin er tann yngsta av øllum. Undan kappingarárinum í 2005 gjørdi Róðrarsambandið av, at kappingin millum kvi [...] fittan part av teininum var á triðja plássi. Tá ið bátarnir vóru komnir í le av Molanum, fór Firvaldur at ganga. Tøkini vóru dygg og munagóð, og tak fyri tak tók Firvaldur seg fram á Jalllin og Sílið, sum
StatoilHydro í Føroyum sigur, at teir skulu brúka seismikkin til at finna fram til, hvar teir skulu bora ein møguligan brunn komandi árini. Arbeiðið hjá seismikkskipinum fer at taka umleið hálvan annan mánað [...] verið við í øllum teimum trimum útbjóðingunum, sum hava verið við Føroyar. Eitt er at fáa tillutað leitiloyvi, annað er at skula gera tær kanningar, sum hevur loyvi krevja. StatoilHydro gjørdi í fjør fleiri [...] ”gomlum” loyvum. Nú verður so sett út í kortið av nýggjum – í nýggjastu loyvunum. Sosialurin skilur, at felagið av álvara fyrireikar seg til eina komandi oljuboring, sum helst verður í einum av loyvunum
við tónum - Tað serliga er, at fleiri bólkar spæla í senn í fleiri rúmum, har tey spæla hvør sítt individuella stykki bæði í senn og viðhvørt hava tey steðgir. Meiningin er, at áhoyrarin sjálvur ger av, [...] Bogason í drúgvari samrøðu við Kinnu Poulsen í Sosialinum í dag. Hann leggur afturat, at heitið á verkinum »Bábel« sipar til, at verkini eru sera ymisk og tala hvørt við sínari tungu, har tvey heilt týðiliga [...] - Tónleikur snýr seg um ein máta at fata. Men tað er ymiskt, hvussu vit eru fyri, og tað er kanska ikki altíð, vit uppliva júst ?klikkið?, og tá er tað umráðandi, at fólk allíkavæl fáa nakað burturúr
Danielsen, Hjalgrím Elttør og Páll Klettskarð. At 07 Vestur einki fekk burturúr, at KÍ vann, og at ÍF fekk eitt stig við sær úr Gundadali ber við sær, at tað nú eru seks stig hjá vágaliðnum upp til næstaftasta [...] bar oddasessin við sær. HB er framvegis oddalið, men tað er merkisvert, at toppliðið nú hevur spælt tvær ferðir 90 minuttir uttan at skora mál. Eftir 0-0 á Argjum endaði tað aftur 0-0, tá ið HB í dag hevði [...] millum, sum skuldi havt verið í dag, er útsett til 5. august. Nú er møguleiki hjá øðrum hesum liðnum at taka seg uppaftur nærri oddaliðnum. Serligur ansur var í dag kring botnuppgerðini í Sørvági, har KÍ
Nú fari eg at royna eina nýggja avbjóðing, sum vónandi verður við til at menna meg. Dreymurin er framvegis at sleppa uttanlands, og kanska er skiftið ein loypifjøl. Men hví valdi tú ikki at stríðast fyri [...] var hann knýttur at ungdómsdeildini hjá Manchester City, men skaðar hava darvað honum nógv. Eisini seinasta árið, har hann hevur umboðað barndómsfelagið HB. Men nú ætlar miðvallarin at prógva sítt virði [...] leiðsluna. Og eg kann ikki gera viðmerkingar til júst hatta, sigur Christian R. Mouritsen, sum staðfestir, at hann eisini hevði onnur tilboð. Hugsar ikki um tað Kári Reynheim, Julian Johnsson, Jákup á Borg, Bárður
hugnaligt at vera. Tað ýddi av lívi. Allastaðni virksemi og spæl. Ommubørnini gingu á skattajakt, skutu við boga og píli, flugu við drekum, koyrdu í kassabili, smíðjaðu í gløðandi jarni, lærdu at gera mat [...] mat á báli.Ommudótturin helt, at breyðið bakað á bálinum, var tað besta hon nakrantíð hevði smakkað. Tey svumu í hylunum og vermdu seg inni í saununi. Annars var tað deiligt at síggja øll hesi praktfullu [...] legubálið um kvøldarnar. Nakað serligt fyri meg var sunnudagin at uppliva ta vøkru gudstænastuna undir opnum himli, har Bøgesvang so væl dugdi at tosa til allar aldursbólkar, so eisini tey heilt smáu lurtaðu