Tað var tætt, og tað var spennandi undan ólavsøkuróðrinum, og finalan gjørdist framúr. Fyritreytirnar vóru, at Frúgvin úr Miðvági og Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði kappaðust um FM heitið. Tann av hesum báðum kvinnubátunum, sum fór fyrstur um málið vann FM.
Frúgvin reyk avstað, tá ið startskotið hevði ljóðað. Erla Kongsdóttir var ikki so væl fyri í startinum. Men tá ið bátarnir róðu fram við Molanum bjóðaðu tær úr Fuglafirði av, og eina løtu tóktist tað sum um, at tað skuldi eydnast grøna bátinum at vinna FM heitið til Fuglafirðar.
Tað eydnaðist ikki, tí Frúgvin svaraði orduliga aftur. Munurin var minni enn ein hálv bátslongd, men tað var eingin ivi um, hvør hevði vunnið. Eingin annar bátur luttók í kappingini um sigurin á Ólavsøku. Ritan, sum vann bronsuplássið, var næstan tvær bátslongdir aftanfyri Erlu Kongsdóttir.
Tað er ikki á hvørjum ári, at kvinnurnar úr Miðvági vinna FM. Tað er bara komið fyri eina ferð áður. Tað var í 2000, tá ið Frúgvin vann allar seks róðrarnar og harvið FM við 42 av 42 møguligum stigum. Ta ferðina høvdu næstu kappingarneytarnir – Tjaldrið, Hvassi og Ørnin – 21 stig ella bara helmingin av stigatalinum hjá Frúnni. Munurin var ógvuliga stórur, hóast tað skal havast í huga, at tá var skipanin soleiðis, at vinnarabáturin vann sjey stig, og at tann næsti vann fimm stig.
Í ár hevur tað verið munandi tættari. Frúgvin hevur vunnið fýra róðrar, og Erla Kongsdóttir hevur vunnið tríggjar róðrar. Frúgvin er meistari við 46 stigum, og Erla Kongsdóttir var næst við 45 stigum. Tað fær illa verið tættari!










