Tað vardi meg ikki, at eg nakrantíð skuldi fara á skótalegu, men nú á ellisárum hendi tað. Eg fór til Selatraðar við ommubørnunum á familjulegu hjá skótunum.
Eg var púra imponerað av, hvussu væl hetta velduga tiltakið var tilrættislagt. Tú kundi velja ímillum 25 ymisk virksemistilboð. Rógva í kano, gera og sigla við tunnuflaka, fara við GPS-ara til geocaching, mini-túr við telti og spritkøki, síga í ”bjørgunum”, dramaverkstað, sum dømi. Einaferð var skipað fyri stórari forðarenning har eisini runubað inngekk. Matur morgun, miðdag og kvøld, fyriuttan pylsur og búffar til eina stóra grill, sum altíð stóð klár.
Sum har var hugnaligt at vera. Tað ýddi av lívi. Allastaðni virksemi og spæl. Ommubørnini gingu á skattajakt, skutu við boga og píli, flugu við drekum, koyrdu í kassabili, smíðjaðu í gløðandi jarni, lærdu at gera mat á báli.Ommudótturin helt, at breyðið bakað á bálinum, var tað besta hon nakrantíð hevði smakkað. Tey svumu í hylunum og vermdu seg inni í saununi. Annars var tað deiligt at síggja øll hesi praktfullu børn og ungu stuttleika sær saman allan dagin, til vit savnaðust til hugnaløtu við legubálið um kvøldarnar. Nakað serligt fyri meg var sunnudagin at uppliva ta vøkru gudstænastuna undir opnum himli, har Bøgesvang so væl dugdi at tosa til allar aldursbólkar, so eisini tey heilt smáu lurtaðu.
Um alla leguna ráddi ein góður andi. Har stóðu nógvar góðar kreftir aftanfyri.
Hesir dagarnir eru fyri mær ein stór uppliving, og eg vil bera skótunum eina inniliga tøkk fyri hetta stórfingna tiltak.