Kashmir eru klárir

Nú eru tónleikararnir í Kashmir komnir til Føroya í øllum góðum. Bólkur skal hava framførslu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld.

 

Í løtuni er bólkurin í Tórshavn, men seinnapartin gongur leiðin til Fuglafjarðar, har teir skulu gera ljóðroyndir og gera klárt til at

spæla konsertina kl. 21.00.

 

Forsangarin í Kashmir, Kasper Eistrup, er sera fegin um at sleppa til Føroya aftur at spæla og sigur seg minnast fleiri góðar løtur, frá tá

teir seinast vóru í Føroyum, í samband við G! Festivalin í 2004.

 

Hann lovar, at konsertin í kvøld verður við fullum útblástri, og ætla teir at spæla í hvussu so er í 90-100 minuttir.

 

Teir fara at spæla sangir av nýggju fløguni og eisini nógv av tí gamla.

 

Kashmir góvu nýggja fløgu út tann 18. Mars, ið kallast E.A.R., og í hesum sambandi hava teir verið á Europeiskari Konsertferð. Teir skuldu byrja konsertferðina tann 23. Mars í Falconer Salen í Keypmannahavn, men konsertin var útseld eftir stutta tíð, og tískil var eykakonsert tann 22. Mars. Hareftir skuldu teir spæla í Aarhus Musikhus tann 4. apríl, men her máttu teir eisini seta eina eykakonsert dagin fyri, t.v.s. tann 3. apríl.

 

Tann 5. Apríl var tann seinasta konsertin hjá Kashmir í Danmark, har teir spældu í Aalborg Kultur- & Kongrescenter, síðani gekk leiðin til Hamburg, Nijmegen, Amsterdam, Cologne, Bruxelles, Zurich, Munchen, Wien, Berlin, Oslo, Helsinki, Stockholm, Malmø og til seinast verður konsertin í Fuglafirði fríggjakvøldið tann 17. mei kl. 21.00.

 

Konsertin í Mentanarhúsinum er tann seinasta, áðrenn teir fara at spæla á ymsum festivalum kring Europa.