Firvaldur fyri fyrstu ferð

Gentubáturin av Tvøroyri er fimti meistarin í nýggjastu FM kappingini av øllum

Tað vóru genturnar úr Suðuroy umborð á Firvaldi av Tvøroyri, sum vunnu tøttu FM kappingina. Kappingin um FM heitið var við Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Ta kappingina vann Firvaldur væl og virðiliga. Jallurin misti púra pippið í endaspurtinum, tá ið hann eisini datt aftur um Sílið.

Á fyrra partinum av teininum bendi einki á, at tað skuldi verða Firvaldur, sum fór at vinna á Ólavsøku og harvið fór at vinna FM. Jallurin og Sílið fingu góðan start, meðan Firvaldur fittan part av teininum var á triðja plássi.

Tá ið bátarnir vóru komnir í le av Molanum, fór Firvaldur at ganga. Tøkini vóru dygg og munagóð, og tak fyri tak tók Firvaldur seg fram á Jalllin og Sílið, sum stóð seg sera væl. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Firvaldur bara reingina frammanfyri Sílið. Eingin ivi var kortini um FM heitið, tí Firvaldur var eina hálva bátslongd undan Jallinum.

Hetta var fyrsta ferðin, at Firvaldur vann FM kappingina fyri 5-mannafør við gentum. Henda kappingin er tann yngsta av øllum. Undan kappingarárinum í 2005 gjørdi Róðrarsambandið av, at kappingin millum kvinnubátarnar skuldi býtast í tvey soleiðis, at tær yngru skuldu kappast í nýggjari gentukapping, meðan tær eldru skuldu halda fram í kvinnukappingini.

Meistararnir higartil í nýggju kappingini hava verið Blikur í 2005, Frúgvin í 2006, Hvassi í 2007, Drekin í 2008 og so Firvaldur í 2009.

Meistaraheitið hjá gentunum á Firvaldi var tað fyrsta til Tvøroyrar í tjúgu ár. Í 1989 vann Firvaldur kvinnukappingina. Síðani tá hevur tað í FM høpi verið øskukalt í kappróðri á Tvøroyri. Men nú varð vent í holuni!