Uni Holm Johannesen
Christian R. Mouritsen spælur við B36 komandi tríggjar mánaðirnar. Tað varð mánakvøldið, tá miðvallarin og Kristian á Neystabø, formaður í FC Tórshavn, høvdu skrivað sítt navn á sáttmálingarskjalið. Avtalan er í fyrsta umfari galdandi fyri árið út.
Lítla spælitíð
Christian R. Mouritsen hevur leingi verið mettur sum av evnaríkastu føroysku fótbóltsleikarunum. Í fleiri ár var hann knýttur at ungdómsdeildini hjá Manchester City, men skaðar hava darvað honum nógv. Eisini seinasta árið, har hann hevur umboðað barndómsfelagið HB.
Men nú ætlar miðvallarin at prógva sítt virði.
- Eg havi ikki fingið serliga nógvar minuttir á vøllinum fyri HB í ár. Nú fari eg at royna eina nýggja avbjóðing, sum vónandi verður við til at menna meg. Dreymurin er framvegis at sleppa uttanlands, og kanska er skiftið ein loypifjøl.
Men hví valdi tú ikki at stríðast fyri tínum plássi í HB?
- Tað eru ymisk viðurskifti í HB, sum einans er millum meg og leiðsluna. Og eg kann ikki gera viðmerkingar til júst hatta, sigur Christian R. Mouritsen, sum staðfestir, at hann eisini hevði onnur tilboð.
Hugsar ikki um tað
Kári Reynheim, Julian Johnsson, Jákup á Borg, Bárður Mortansson og Tróndur Vatnhamar. Allir hesir hava roynt af skift úr eina høvuðsstaðarfelagnum í hitt. Nú ger Christian R. Mouritsen teimum kynstrið eftir, men tað er ikki reiðuliga nakað, sum miðvallarin hugsar um.
- Tað kann eg ikki siga. Eg havi fyrst og fremst hugsa um, hvussu eg kann sleppa víðari. Og eg geri tað, sum er best fyri meg. Eg eri í øllum førum til reiðar til avbjóðinga, sigur Christian R. Mouritsen.










