Darwin leitibrunnurin í Barentshavinum liðugt boraður

Faroe Petroleum boðar frá, at nú er liðugt at bora Darwin leitibrunnurin, sum Faroe eigur 12,5% av. Komið varð fram á spor av gassi í einum jarðarlagi, men ongin olja varð staðfest í nøkrum jarðarlagi, og brunnurin er mettur at verða turrur. Týðandi nøgdir at dátum og royndum eru fingin til vega, og metingar verða nú gjørdar av tilfarinum.

Darwin leitimiðið liggur á Veslemøy Rygginum, á markleiðini í vestara parti av Barentshavinum í Noregi, umleið 60-80 km í ein útsynning frá Skrugard og Havis fundunum, sum Statoil gjørdi fyri stuttum. Borað varð niður á 2.542 metra dýpi, og brunnurin verður nú typtur og fráfarin.

Repsol Exploration Norge AS (20%) var fyristøðufelag fyri verkætlanini og brúkti Transocean Barents pallin til boringina. Í samlagnum luttóku eisini Talisman Energy (12,5%), Marathon (10%), RWE Dea (15%), Det norske oljeselskap (10%) og Concedo (20%).

Felagið fegnast um, at ein virkin kolvetnisskipan er staðfest á leitiloyvinum. Tað er skuffandi at olja ikki varð funnin; men feløgini hava fingið týðandi upplýsingar, sum minka um vágan á hesum stóra leitiloyvi í Barentshavinum, ið Faroe Petroleum metir sum eitt kjarnuøki.

Felagið hevur eina týðandi og breiða norðsjóar portifølju, sum gevur eina spennandi boriætlan fyri 2013 og frameftir. Fyrireikingar verða gjørdar til at bora 6 brunnar. Á norskum øki skulu brunnar borast á Snilehorn og Novus loyvunum, og síðani tveir brunnar á Butch loyvinum, sum framhald av týðandi Butch fundinum frá í fjør. Eisini skulu tveir metingarbrunnar borast, ein á Perth North í Bretlandi, og ein á Solberg/Rodriguez á norskum øki.