Norska oljufelagið StatoilHydro er tað oljufelagið, sum hevur flest leitiloyvi á føroyska landgrunninum. Felagið hevur verið við í øllum teimum trimum útbjóðingunum, sum hava verið við Føroyar. Eitt er at fáa tillutað leitiloyvi, annað er at skula gera tær kanningar, sum hevur loyvi krevja. StatoilHydro gjørdi í fjør fleiri kanningars við seismikkskipi á ”gomlum” loyvum. Nú verður so sett út í kortið av nýggjum – í nýggjastu loyvunum.
Sosialurin skilur, at felagið av álvara fyrireikar seg til eina komandi oljuboring, sum helst verður í einum av loyvunum í 2010, 2011 ella 2012.
Í hesum sambandi hevur StatoilHydro sett út í kortið sera umfatandi seismiska kanningar í fleiri av sínum leitiloyvum, her serstakliga loyvi 16, sum felagið fekk tillutað í 3. útbjóðing saman við Dong og so teimum báðum føroysku oljufeløgunum Faroe Petroleum og Atlantic Petroleum. Seismikkskipið Harrier Explorer er júst byrjað at skjóta seismikk. Hetta er eitt umfatandi arbeiði, tí loyvi 16 fevnir um eitt sera stórt øki. Umframt tað verdur eisini farið inn a bretskt øki, og eitt sindur inn á loyvi 10 og loyvi 11 eisini.
Rúni Hansen, stjóri í StatoilHydro í Føroyum sigur, at teir skulu brúka seismikkin til at finna fram til, hvar teir skulu bora ein møguligan brunn komandi árini. Arbeiðið hjá seismikkskipinum fer at taka umleið hálvan annan mánað.
Lesið eisini samrøðu við forsetan hjá StatoilHydro fyri altjóða leiting, Tim Dodson í Vinnuni í Sosialinum í morgin. Sosialurin hevur júst vitjað í London, har blaðið hitti Statoilstjóran.