Várið er komið, og kappróðrabátar eru farnir at síggjast fram við landi. Hetta er tekin um, at stevnurnar kring landið eru í hondum. Eisini er hetta tíðin, tá kampingvognar byrja at síggjast á føroysku vegunum.
Hesi seinastu árini hava alsamt fleiri føroyingar ognað sær kampingvogn og ferðast dúgliga í egnum landi. Skipað verður fyri kampingtreffum, sum eru sera væl umtókt.
Eitt slíkt treff verður á Skála í summar.
Í ár er Skála bygd vertur fyri fjarðastevnu, sum verður hildin í døgunum 21. til 23. juni. Fjarðastevnan, sum umfatar FM-róðrarnar, skiftir annaðhvørt ár millum Skálafjørð og Vestmanna.
Á Skálafirði skiftast Strendur og Skála at vera vertir. Skála var vertur í 2005 og 2009, og eigur nú aftur tørn. Í ár ætla tey at gera serliga nógv burturúr. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, og skráin verður fjølbroytt.
Eitt av stóru tiltøkunum á fjarðastevnuni í ár verður nevnda kampingtreffið.
Fyri nøkrum árum síðani var kampingpláss gjørt við ítróttarhøllina á Skála, har til ber at fáa streym til vognarnar, og sanitetsumstøður eru tøkar.
Føroysk og útlendsk ferðafólk hava vitjað her av og á, og eru umstøðurnar góðar. Við høllina er eisini fótbóltsvøllurin, har stevnudystir verða.
Í ár verður eitt nú 1. deildardystur millum Skála og B71.
Tivoli og barnatiltøk verða eisini í hesum økinum og inni í ítróttarhøllini.
Tey, sum ynskja at leggja sær kampingsummarið til rættis, kunnu tískil longu nú seta sær kross í kalendaran fyri vikuskiftið, 21. til 23. juni.
Tað er Skála ítróttarfelag og Skála Kappróðrarfelag, sum í felag skipa fyri fjarðastevnuni, og tey bjóða øllum gestum vælkomnum.