Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið fimta og næstseinasta dystin í hesari Nations League kappingini.
Talan er um útidyst móti Moldova í Chisinau í bólki 1 í deild C. Tá liðini hittust á Tórsvølli 4. apríl vunnu Føroyar 2-0.
Slovakia er fremst í bólkinum við 12 stigum. Føroyar hava níggju stig, Moldova hevur trý stig, og Gibraltar er aftast við ongum stigi.
Megna Føroyar javnleik ella sigur hava okkara tryggjað sær í minsta lagi annað plássið. Við sigri koma Føroyar at liggja betri fyri í tveyara-roknskapinum, har tvey tey fremstu liðini flyta upp í deild B.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn.
Oddsini upp á heimasigur til Moldova liggja millum 2,70 og 2,91.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3.25.
Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 2,30 og 2,40.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##