Í fjúrtan teimum fyrstu umførunum skoraði HB 39 mál. Tað bar oddasessin við sær. HB er framvegis oddalið, men tað er merkisvert, at toppliðið nú hevur spælt tvær ferðir 90 minuttir uttan at skora mál. Eftir 0-0 á Argjum endaði tað aftur 0-0, tá ið HB í dag hevði vitjan av ÍF.
B68 og Víkingur eru næst í røðini. Innanhýsis uppgerðin á Svangaskarði teirra millum, sum skuldi havt verið í dag, er útsett til 5. august. Nú er møguleiki hjá øðrum hesum liðnum at taka seg uppaftur nærri oddaliðnum.
Serligur ansur var í dag kring botnuppgerðini í Sørvági, har KÍ vitjaði. Klaksvíkingur vunnu 3-1. Málskjúttar vóru tríggir av teimum, sum eru komnir aftur til barndómsfelagið - Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og Páll Klettskarð.
At 07 Vestur einki fekk burturúr, at KÍ vann, og at ÍF fekk eitt stig við sær úr Gundadali ber við sær, at tað nú eru seks stig hjá vágaliðnum upp til næstaftasta plássið og átta stig upp til triði aftasta plássið.
NSÍ hevði ongar trupulleikar við málskjótingini, hóast Hjalgrím Elttør ikki var á liðnum. NSÍ vann 3-0 á B36, sum nú er trý stig frá niðurflytingar strikuni.
Støðan
HB 35
B68 28
Víkingur 27
NSÍ 27
EB/Streymur 22
B36 17
AB 16
ÍF 16
KÍ 14
07 Vestur 8
17. umfar
2. august
HB-07 Vestur
Víkingur-AB
B68-B36
EB/Streymur-KÍ
3. august
NSÍ-ÍF
útsettir dystir
5. august
EB/Streymur-AB
B68-Víkingur