er, at tit, í staðin fyri at bróta niður tað ið er bygt upp, heldur brúka orkuna at útvega fleiri dygdargóð pláss. Hvussu tað enn verður handfarið, so er tað talið av tøkum plássum, ið er trupulleikin [...] verður tað ikki umsorganin fyri tí einstaka barninum, ið verður í hæddini. Sum flest av tykkum vita, mennast børn frá tí óhjálpna til at gerast alt meiri sjálvbjargin jú eldri tey gerast. Hetta er tað mest [...] møguleiki er fyri at bólka børnini upp, tí tú kanst ikki bjóða børnum ella vaksnum at skula ganga inni í longri tíð. Í Tórshavn hevur plásstrot innan dagstovnar og dagrøkt verið seinastu 20 árini. Fyrr sótu
Tí er tað alt ov stutt skotbráð at seta markið til fyrsta juli, tí tað fer at fáa rættiliga stórar avleiðingar fyri bæði viðskiftafólkini og bilasølurnar. Vandi er fyri at bilasølurnar brenna inni við [...] bara bensinbilar ella diesel-bilar – og tað fer at hækkia co2-útlátið. Bilasølurnar vísa eisini á, at leveringstíðin upp á nýggjar bilar er rættiliga long. Tað merkir, at ein stórur partur av bilunum [...] Hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri viðskiftafólkini – og fyri bilasølurnar. Tað siga átta bilasølur nú í eini viðmerking til ætlanina hjá samgonguni at halda fram við lata umhvørvisvinarligar bilar
seg sekan í slíkari dáragerð var beint eftir 2. Veraldar-bardaga, tá kommunan tók tað ótrúliga og óhoyrda stig at beina fyri gamla Kongaliga Handlinum Inni á Fitjum. Hetta var ein av trimum útihandlum, sum [...] hesin sjáldsami handilsbygningur var so illa farin, at hann bøttist ikki aftur, ella at hann var til bága fyri sokallaðu vinnuligu menningina í bygdini. Nei, trupuleikin var heldur tann, at Vestmanna Kommuna [...] við somu grundevingum, sum Kongaligi Handilin Inni á Fitjum. Hetta er og verður ein varandi skammblettur á sitandi bygdarráð í Vestmanna, eingin ivi um tað. Tað skal tískil verða heitt á Vestmanna Kommunu
hann segði at Carlos Tevez aldrin aftur spælir fyri felagið. Tað var í dystinum móti Bayern Munchen í Champions League, at Carlos Tevez stutt inni í seinna hálvleik ikki vildi gera sum Roberto Mancini segði [...] ikki vildi inni. Millum annað The Guardian skrivar í dag, at Carlos Tevez helst verður ákærdur fyri ikki at vilja hita upp heldur enn ikki at vilja spæla. Sum skilst, so verður revsingin fyri tað minni enn [...] ikki at síggja á vøllinum. Hann hevur ikki verður partur av hópinum hjá Manchester City í eina tíð og tað er óvist um hann nakrantíð spælir aftur fyri felagið, eftir hann at síggja til ikki vildi inn í Champions
Guttesen. Sofía Purkhús byrjaði inni men spældi bara tað eina setti, meðan Birgit kom inn seinni í dystinum og gjørdi góðan mun. - Birgit spældi nógv inni í dag. Hon var í øllum førum ein av okkara profilum [...] til teir dystirnar sigur Sofía Purkhús. Tær leggja tó afturat, at tað sleppa bara 12 spælarar frá Frederiksberg við til kappingina. Tað merkir, at ein spælari í hópinum sleppur ikki við. Birgit og Sofía [...] vit væl at halda okkara støði, sigur Sofía Purkhús, sum saman við Birgit fekk spælitíð í dystinum. - Tað gekk gott. Vit spældu við munandi færri feilum frá okkara síðu enn seinasta dyst. So vit kunnu ikki
angaði tað av nýbakaðum vaflum langt út í gongina. Ikki hugsaði ein um, at tað vóru umleið 30 børn inni, tí tað var sera friðarligt. Børnini sótu og spældu so fitt við tey lítlu borðini inni í stovuni [...] heldur dagrøktarleiðarin. Á Toftum eru børnini somuleiðis frá seks mánaðum og upp til seks ára aldur. Tað seinasta árið, áðrenn tey fara í skúla, ganga tey í útibarnagarði.
veðrið hevur eisini gjørt eitt sindur fortreð. Eitt nú var neyðugt at brúka tyrluna til ymsa útgerð, men tað legðist mjørki, so tað gekk ein tíð, áðrenn tað bar til. Fýra hol Tilsamans skulu fýra hol borast [...] linjuføringin hevur verið upp á tal fyrr og tá var ikki mett, at tað var ráðiligt at fara undir tunnil har, tí tilfarið er so vánaligt. Men nú NCC heldur at tað kortini ber til, er gjørt av at gera boringar [...] at tilfarið í fjallinum var so vánaligt. ?Í tí eina holinum, sum varð borað, var tilfarið so vánaligt at menninir máttu gevast at bora. Men um hetta er ein ábending um, at tað ikki ber til at gera berghol
basa eldinum. Ongin vandi var fyri lívi ella heilsu, løgreglan er í løtuni ikki greið yvir, um fólk var inni, tá ið eldurin var fráboðaður, men tá ið tey fóru undir at sløkkja, var í hvussu so er onki fólk [...] sløktur. Tað var klokkan 21.27, at ein granni boðaði frá, at eldur var í húsunum og løgregla og sløkkilið fóru á staðið alt fyri eitt. Eitt skifti vóru fýra sløkkiliðsbilar á staðnum, og tað eydnaðist [...] skaðin av eldinum er, men tað var nógvur roykur. Í løtuni halda tey brandvakt við húsini og ongin fer inn i húsini at kanna tey, fyrrenn tað er blivið ljóst í morgin árini og tað er luftað væl og virðiliga
Tað var einki minni enn eitt undur, at eingin lat lív, tá eldur kom í tað franska Airbus A340-flogfarið, júst sum tað var í ferð við at seta seg á Pearson International Airport í kanadiska býnum Toronto [...] tey flestu høvdu bara fingið smávegis snuddir. Í gjár var ikki greitt, hví flogfarið fór út av lendingarbreytini, og hví eldur kom í tað. Tað var illveður á Toronto-leiðini fyrrakvøldið og torusláttur [...] hevði fingið hjólini niður á lendingarbreytina. Av tí at veðrið var so vánaligt, var øll tilbúgving-in á flogvøllinum til reiðar, og tað tók bara 20 sekund hjá teimum fyrstu bjargingarmonnunum at koma
fyri at hava misbrúkt hana kynsliga og fyri at hava fingið sjey børn við henni. -Hann var púra róligur, og tað var einki, sum vísti, at hann iðraði seg um nakað, segði leiðarin í fongslinum, sum Josef [...] tá eysturríkska løgreglan spurdi, hví hann gjørdi av at steingja dóttir sína inni í kjallaranum, tá hon fylti 18. -Hon var strævin sum ung, og eg gjørdi av at verja hana ímóti rúsevnum, svaraði Josef Fritzl [...] kynsliga misnýtslan byrjaði, longu tá hon var 11 ára gomul. Fimm ár seinni royndi hon at flýggja, men pápin fann hana og tók hana við sær aftur til hús. Tá hon var 18, gjørdi hon aftur eina roynd at sleppa