Einki minni enn eitt undur

Øll tey 309 fólkini sluppu við lívinum, tá eldur kom í eitt flogfar, sum fór út av lendingarbreytini

Tað var einki minni enn eitt undur, at eingin lat lív, tá eldur kom í tað franska Airbus A340-flogfarið, júst sum tað var í ferð við at seta seg á Pearson International Airport í kanadiska býnum Toronto fyrrakvøldið.
297 ferðafólk vóru við flogfarinum, og manningin taldi 12. Aftaná máttu 22 fólk undir læknahond, men tey flestu høvdu bara fingið smávegis snuddir.
Í gjár var ikki greitt, hví flogfarið fór út av lendingarbreytini, og hví eldur kom í tað. Tað var illveður á Toronto-leiðini fyrrakvøldið og torusláttur, og summi av ferðafólkunum vildu vera við, at eitt snarljós rakti flogfarið, júst sum tað skuldi seta seg. Tey greiddu eisini frá, at ljósið inni í flogfarinum fór.
Onnur eygnavitni vildu vera við, at motorarnir í flogfarinum slóknaðu, tá flogfarið hevði fingið hjólini niður á lendingarbreytina.
Av tí at veðrið var so vánaligt, var øll tilbúgving-in á flogvøllinum til reiðar, og tað tók bara 20 sekund hjá teimum fyrstu bjargingarmonnunum at koma til flogfarið.