Frederiksberg Volley, við Birgit Guttesen og Sofíu Purkhús á liðnum, vann aftur hetta vikuskiftið. Tær vunnu fyrsta dystin farna vikuskiftið og hesa ferð vunnu tær 3-0 á Køge, sum er uppflytari í bestu flogbóltsdeildini í Danmark.
- Vit vunnu ein lættan 3-0 sigur ímóti Køge. Sjálvt um vit ikki fingu serliga nógva mótstøðu, klaraðu vit væl at halda okkara støði, sigur Sofía Purkhús, sum saman við Birgit fekk spælitíð í dystinum.
- Tað gekk gott. Vit spældu við munandi færri feilum frá okkara síðu enn seinasta dyst. So vit kunnu ikki klaga um byrjanina av kappingarárinum higartil, sigur Birgit Guttesen.
Sofía Purkhús byrjaði inni men spældi bara tað eina setti, meðan Birgit kom inn seinni í dystinum og gjørdi góðan mun.
- Birgit spældi nógv inni í dag. Hon var í øllum førum ein av okkara profilum í álopinum, og vann nógvar góðar bóltar. Eg spældi ikki so nógv meira enn eitt sett, tí eg, saman við venjaranum, avgjørdi, at eg ikki skuldi spæla so nógv meira enn eitt sett hendan dystin vegna mín skøddu øksl, sigur Sofía Purkhús.
Tær skulu í næstum luttaka í NCC kappingini, sum er ein kapping fyri lið úr norðurlondum.
- Tá spæla vit 3 dystir uppá 3 dagar, ímóti einum íslendskum, svenskum og donskum liði. So vónandi verið eg klár til teir dystirnar sigur Sofía Purkhús.
Tær leggja tó afturat, at tað sleppa bara 12 spælarar frá Frederiksberg við til kappingina. Tað merkir, at ein spælari í hópinum sleppur ikki við. Birgit og Sofía vóna báðar at sleppa upp í part til kappinga.