Heðin Mortensen var formaður í Havnar róðrarfelag í 7 ár. Hann arbeiddi fyri at fáa felagnum nýtt neyst, men tað gekk striltið hjá kommununi at útvega nakað.
– Har bleiv eingin støða tikin. Eg gjørdi av, at tá eg ikki fái nakað svar, má eg bara fara har sum avgerðirnar vera tiknar.
Heðin Mortensen stillaði upp til býráðsvalið í 1972 við tí endamálið at útvega Havnar róðrarfelag góðar umstøður. Hann bleiv valdur og fór beinanvegin í gongd. Tvey ár seinni fekk felagið neyst úti í Álakeri.
##med2##
Síðani hevur Heðin Mortensen arbeitt fyri at gera verkætlanir til veruleika. Havnin er vaksin úr 11.000 fólkum til 25.000 fólk, og bygdirnar Velbastaður, Nólsoy, Kaldbak, Hoyvík, Koltur, Heyst og Kollafjørður, eru lagstar afturat kommununi.
– Mær dámar at skapa nakað. Eg elski Havnina og at menna Havnina. Tá tú ert liðugur við eitt, hugsar tú jamen hví skulu vit ikki gera hatta?
Í 54 ár hevur hann sitið í býráðnum, har av 16 ár í borgarstjórasessinum.
– Tað er helst eingin í kongaríkinum, og heldur ikki í Svøríki og Norra, sum hevur verið á vektini so ofta og valdur hvørjaferð.
Heðin Mortensen er 79 ár og hevur tískil verið virkin væl yvir pensjónsaldur. Hann heldur, at orsøkin til at hann hevur havt so langa politiska yrkisleið, er tí hann er bitin av at skapa, síggja úrslit og at seta sær nýggj mál.
– Hvørjaferð eg havi stillað upp til val, visti eg, at hetta og hatta manglar, og tú gerst bitin av at føra tað út í lívið. Eg haldi, at vit hava klárað øðiliga nógv saman við góðum býráðslimum. Eingin kann gera nakað einsamallur, og tað er stuttligt at fáa fólk við sær og fremja nøkur ting.
Seinasta stóra verkætlanin sum Heðin Mortensen var við at fremja sum borgarstjóri er stórhøllin við Tjarnir. Tað hevur týdning at hava umstøður í Føroyum, soleiðis at hondbóltslandliðini kunnu spæla sínar dystir í Føroyum.
– Tað var tað sama, tá Tórsvøllur varð bygdur, tá sat eg í bygginevndini. Tað byrjaði aftan á sigurin í Landskrona. Tað var ikki rætt, at vit skuldu uttanlands at spæla, vit vildu hava ein tjóðarvøll í Føroyum. Tað sama var við hondbóltinum, vit skuldu hava dystirnar her. Tað er hetta sum ger okkum sterk sum føroyingar og skapar samanhald. Eg haldi, at allir føroyingar hava tikið undir við Tórsvølli og høllini við Tjarnir.
##med3##
60 jarðarferðir um árið
Tá Heðin Mortensen var borgarstjóri, møtti hann í býráðshúsinum áðrenn klokkan átta á morgni, og dagarnir vóru langir. Tað var sjáldan, at hann var við hús klokkan fýra, vanliga vóru nevndarfundir og annað um kvøldarnar, og arbeiðsdagurin var vanliga liðugur klokkan seks, átta á kvøldi.
– Tú ert borgarstjóri alt samdøgrið og skal altíð vera tøkur, meg eg havi ongantíð følt tað sum nakað strævið.
Tá tú ert borgarstjóri, hevur tað týdning at hava áhuga fyri borgarunum, at lurta, og hyggja eftir tí sum fer fram.
– Eg sat ongantíð fastur inni á kontórinum, tí borgarstjóragerningurin krevur, at tú sær og hoyrir borgaran. Tí fór eg út í býin, gekk runt ymsastaðni, hugdi og prátaði við fólk, og eg fekk nógv at vita.
Av tíð sama kennir Heðin Mortensen nógv fólk. Í spølni verður mangan sagt “Heðin gongur til hvørja jarðarferð”.
– Eg kenni nógv fólk, ikki minst havnarfólk. Eg havi roynt at fylgt við, hvørji tey eru, hvussu tað hevur gingið teimum. Fólk siga, at eg gangi til hvørja jarðarferð, men veruleikin er tann, at eg kenni ógvuliga nógv fólk, og avvarðandi í fleiri ættarlið. Eg eri ikki broyttur á tí økinum, so eg fari framvegis til jarðarferðir.
At fara til jarðarferðir hevur altíð havt stóran týdning hjá Heðini Mortensen, bæði tá hann var býráðslimur, og borgarstjóri. Vóru fundir tá vinfólk, familja ella ein havnarborgari fór til gravar, bleiv fundurin útsettur til jarðarferðin var liðug.
– Tað var ein linja, sum eg koyrdi øðiliga hart. Borgarstjórin er valdur av borgarunum, og tí skalt tú hava áhuga fyri hvørjum einstøkum borgara.
Heðin Mortensen er til 50-60 jarðarferðir um árið.
Gerandisdagurin broyttur
Heðin Mortensen hevur verið ein sjónligur í nógv ár, og tað hevur verið trupult at slept sessinum, tí har hevur altíð verið okkurt hann kundi hugsað sær at gjørt. Eftir seinasta kommunuval var tíðin komin at taka tvey fet aftur.
– Eg havi ongan trupulleika við at ikki vera borgarstjóri meira, og at nýggj fólk koma til. Tað hevur verið deiligt at menna Havnina, men ein er tíðin at dansa.
Nú eru betri stundir til familjuna. Heðin og Hjørdis hava verið gift í 59 ár, tey eiga 4 børn, 9 abbabørn, og 4 langabbabørn.
– Eg hevði ikki kunna gjørt alt, sum eg havi, uttan Hjørdis. Bæði tá eg var í ÍSF, politikkinum, og øllum ørskapinum eg havi funnið uppá í lívinum. Hon hevur verið tolin og hildið meg út. Tað hevur ikki bara verið stuttligt, tá eg havi verið nógv burtur.
##med4##
Heðin Mortensen hevur altíð livað eitt virkið lív, og tað ger hann framvegis.
– Eg angri ikki, at eg eri givin sum borgarstjóri. Hetta er ein støða, sum eg sjálvur havi tikið. Tað hevur verið deiligt, men alt hevur sína tíð, og tú mást ansa eftir, at tað ikki blívur ov seint til at gera tey tingini, tú kundi hugsað tær at gjørt.
– Eg fari at njóta tíðina sum pensjonistur við at gera ting, sum mær dámar. Eg havi summarhús í Leynum, sum eg sjálvur havi bygt. Tey skulu haldast við líka. Og hvønn dag eri eg úti í Havnardali.
Í 35 ár hevur Heðin Mortensen havt leigutrøð í Havnardali. Á trøðni ganga fýra ær, ein veðrur, og fýra lomb og eitt gásapar við fýra ungum. Hvønn dag fer hann niðan í trøðna at geva djórunum.
– Eg kann fara í Rokklæðum út í Havnardal, rokast har í 1,5 tíma, heima at skifta, og til arbeiðis aftur. Havnardalur gevur nógv, við øllum djóralívinum. Hetta er ikki nakað tú blívur ríkur av, tvørturímóti, men tað gevur innihald at ganga uppí hetta og merkja lívið. At fara út og keypa eitt krov er ikki tað sama, sum tú setur tjógvið ella jólagásina á borðið, og tað er kjøt úr Havnardali, tað er deilig kensla.
##med5##
Tað hevur eisini týdning vera kropsliga virkin. Hvønn morgun klokkan seks er Heðin Mortensen á Tórsbreyt og rennur. Hann gongur túrar í Havnardali og ger morgunfimleik.
– Setti eg meg í lenistólin at hyggja í sjónvarp hvønn dag, so hevði eg sitið har, og ikki komi eitt fet víðari, eg trúgvi at tú mást røra teg eitt sindur hvønn dag, tað nýtist ikki at vera so ógvusligt.
Í staðin fyri at seta seg í lenistólin, fer Heðin Mortensen oman í kjallaran at mála. Hann hevur málað yvir 100 málningar. Hann hevur altíð havt áhuga í at tekna og gera skitsur, og slappar av tá hann situr og málar fyri seg sjálvan. Hann hevur ikki hug at selja, í staðin letur hann familju og vinum málningar í gávu.
Heðin Mortensen hevur tey ráð, at tú skal gera tað tú tímir. Tað ræður um at fáa tað uppí lag, sum tú ynskir tær at gera.
– Ofta ganga fólk og siga, at eg kundi hugsað mær at farið higar og hagar ella at gera okkurt ávíst, men gera einki við tað. Eg snakki ikki, eg geri tað, tí áðrenn tú veitst av er ov seint.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##