Viðareiði:
Mikudagin vóru børn úr dagrøktini á Toftum á vitjan í Klaksvík og Viðareiði. Tey vitjaðu fyrst løgreglustøðina og Føroya Bjór í Klaksvík, og síðani fóru tey til Viðareiðis at vitja spælistovuna hjá dagrøktini har.
Tá Sosialurin kom framvið spælistovuni á Viðareiði, angaði tað av nýbakaðum vaflum langt út í gongina. Ikki hugsaði ein um, at tað vóru umleið 30 børn inni, tí tað var sera friðarligt. Børnini sótu og spældu so fitt við tey lítlu borðini inni í stovuni. Summi løgdu puslispæl, summi spældu við bilar og upp aftur onnur sótu og teknaðu.
Tey lótu seg slettis ikki órógva av, at fólk kom á gátt, men hildu í staðin áfram við teirra spæli.
Dagrøktarleiðararnir báðar siga, at hetta við at vitja hvønn annan hevur vundið meira upp á seg, síðani dagrøktarleiðararnir eru farnir at hittast einaferð um mánaðin.
Ongin dagstovnur er á Viðareiði, og dagrøktin er normerað til 30 børn, men tey eru heldur fleiri í tali, tí at summi eru bert hálva tíð. Tørvurin verður nøktaður sum er, so ongin bíðilisti er á Viðareiði.
Børnini í dagrøktini á Viðareiði eru í aldrinum seks mánaðir til tíggju ár.
So væl stendur ikki til á Toftum. Har er normeringin 65, men har er ein lítil bíðilisti. Hvussu vónirnar eru fyri, at hann verður burtur, er ikki lætt at meta um, heldur dagrøktarleiðarin.
Á Toftum eru børnini somuleiðis frá seks mánaðum og upp til seks ára aldur. Tað seinasta árið, áðrenn tey fara í skúla, ganga tey í útibarnagarði.