Fer at fáa stórar avleiðingar - eisini fyri okkum

Átta bilasølur heita nú á samgonguna um at hugsa seg um eina ferð afturat

Hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri viðskiftafólkini – og fyri bilasølurnar. Tað siga átta bilasølur nú í eini viðmerking til ætlanina hjá samgonguni at halda fram við lata umhvørvisvinarligar bilar sleppa undan at rinda avgjald til landskassan.

 

Hesi seinastu árini hevur tað verið soleiðis, at bæði elbilar, hybridbilar, og plug-in hybridbilard, eru slopnir undan at rinda avgjald til landskassan. Plug-in hybrid bilar eru bilar, sum bæði hava vanligan motor, og elmotor, og sum sostatt kunnu løðast. Men nú ætlar samgongan, at frá 1. juli skulu plug-in hybridbilar, og hybridbilar, rinda sama avgjald sum vanligir bensin- og dieselbilar

 

– Verður tað samtykt, steðgar sølan av nýggjum plug-in hybridbilum, samstundis sum at sølan av hybridbilum fellur rættiliga munandi siga tær átta bilasølurnar og so fara inntøkurnar hjá landskassanum helst at fella, og co2-útlátið fer at hækka.

 

Bilasølurnar siga, at ætlanin hjá samgonguni fer at gera hybridbilar, og plug-in hybridbilar, so dýrar, at teir verða enn minni kappingarførir í prísi enn teir hava verið. Fer prísurin at hækka munandi verður avleiðingin, at sølan av teimum fer at minka munandi - og tá fara fólk bara at hava elbil, bensinbil, ella dieselbil at velja ímillum, halda bilasølurnar.

 

– Hybrid-bilar koyra upp til 30 prosent longri upp á liturin enn ein tilsvarandi bensinbilur, alt eftir, hvussu stórt battarí bilurin hevur. Sostatt er co2-útlátið av hybridbilum munandi lægri.

 

Plug-in hybridbilar koyra helvtina av tíðini við streymi, vísir ein nýggj kanning hjá Skattamálaráðnum í Danmark1.

 

– Tá ið helvtin av koyringini er elektrisk, kann plug-in hybridbilurin sigast at vera sum ein hálvur elbilur, og co2-útlátið er nógv lægri enn við bensin-bili.

 

Umleið 30 prosent av teimum nýggju bilunum, sum verða seldir Føroyum eru leigubilar, sum serliga verða útleigaðir til ferðavinnuna, siga bilasølurnat. Tær siga, at ferðafól hava rættiliga avmarkaðar møguleikar at løða leigubilarnar, tá tey gista á hotelli, gistingarhúsi ella í íbúð. Tí eru eru næstan ongir leigubilunar el-bilar, men hybridbilar, plug-in hybridbilar og bensin ella diesel-bilar.  Ætlanin hjá samgonguni hevur við sær, leigubilarnir, sum verða seldir, verða bara bensinbilar ella diesel-bilar – og tað fer at hækkia co2-útlátið.

 

Bilasølurnar vísa eisini á, at leveringstíðin upp á nýggjar bilar er rættiliga long. Tað merkir, at ein stórur partur av bilunum, sum eru bílagdir til at verða seldur í seinna hálvár í ár, eru longu bílagdir eftir teimum treyrum, sum nú eru galdandi - og summir eru eisini bílagdir til ávís viðskiftafólk.

 

– Tí er tað alt ov stutt skotbráð at seta markið til fyrsta juli, tí tað fer at fáa rættiliga stórar avleiðingar fyri bæði viðskiftafólkini og bilasølurnar. Vandi er fyri at bilasølurnar brenna inni við plug-in hybridbilum og hybridbilum, tí teir verða ikki ikki longur kappingarførir í prísi, siga bilasølurnar. Tær leggja afturat, at tær hava longu trupulleikar frammanundan tí eftirspurningurin eftir nýggjum bilum er minkaður.

 

Ístaðin mæla tær til, at avslátturin heldur fram sum hann hevur verið. Samstundis mæla tey til, at spurningurin um hybridbilar, og plug-in hybridbilar, verður viðgjørdar gjøllari, áðrenn støða verður tikin til at taka avsátturin fyri teir, av. Í hesum sambandi átti tað eisini at verið viðgjørt, um munur skal gerast á hybridbilar við lítlum og og stórum battarí, siga bilasølurnar.

 

Tær átta bilasølurnar, sum standa aftan fyri hesa áheitanina, eru Auto Service, Berg Motors Bilasølan, Bilrøkt, Nordbil, Komfort Bilar, Reyni Service, Sámal av Reyni  og Wenzel. Men áður hevur bilasølan, Waag, eisini vent sær til Løgtingið í somu ørindum. Les meiri her: Hetta er eitt alternativ til elbilar