Heyganes og kongaligi handilin
Vestmanna Kommunu hevur nú á øðrum sinni avgjørt at forkoma og tileinkisgera einum eyðkendum og prýðiligum minnisvarða um eina farna tíð í bygdasøguni.
Talan er um tann einaferð so vakra og stórfingna Heyganesbygningin, sum orsaka av kommunalari misrøkt og líkasælu nú er komin á fallandi fót.
Fyrstu ferð Vestmanna Kommuna gjørdi seg sekan í slíkari dáragerð var beint eftir 2. Veraldar-bardaga, tá kommunan tók tað ótrúliga og óhoyrda stig at beina fyri gamla Kongaliga Handlinum Inni á Fitjum.
Hetta var ein av trimum útihandlum, sum vóru bygdir í tíðarskeiðinum 1836 ? 1839 í ávikavist Klaksvík, Tvøroyri og Vestmanna.
Ongin ivi er um, at hesin bygningur hevði eitt stórt mentunarligt og søguligt virði við sínum eyðkenda bygningssniðið, vala handverki og stoltu fortíð.
Men hesin stórbari varði fyri Vestmanna handils- og vinnulívssøgu skuldi ikki fáa loyvi at yvirliva til gleði fyri komandi ættarlið.
Verðslig fáfongd
Vestmanna Kommuna hevði nevniliga ikki slíkar hugsjónir og fyrilit í síni umsiting av teimum sokallaðu almennu áhugamálunum í bygdini.
Ikki tí, at hesin sjáldsami handilsbygningur var so illa farin, at hann bøttist ikki aftur, ella at hann var til bága fyri sokallaðu vinnuligu menningina í bygdini.
Nei, trupuleikin var heldur tann, at Vestmanna Kommuna ikki metti, at man skuldi ?spilla pening? uppá at varðveita eitt slíkt ?gamalt skrímsl?.
Í verðsligari fáfongd mettu kommunustýrislimirnir í 1945/46 at varðveiting og umvæling av bygninginum var óneyðugt ?fjas?og, at alt hetta gamla nú mátti víkja fyri nýggju tíðini, har vælferð og trivnaður var uppgjørt í peningi og ikki í hesum minni ítøkiligu og ørkymlandi hugtøkunum, sum søgu og mentan.
Jú, við slíkum hugburði kundi ikki annað henda enn, at prýðiligi Kongaligi Handilin Inni á Fitjum fekk ta dapru lagnu at enda sum stoypiformar til nýggja skúlan í Vestmanna, sum var bygdur beint eftir kríggið
Nýggja ættarliðið aftur á slóðina
Nú er so eitt nýtt ættarlið komi til og skal seta út í kortið. Tað verður sagt, at søgan endurtekur seg!
Tað sær heldur ikki mætari út enn at myrku og niðurbrótandi kreftirnar enn einaferð skulu vera við yvirlutan.
Vestmanna Kommuna hevur nevniliga avgjørt at ríva Heyganesbygningin niður við fyrst komandi høvi.
Fyri ikki einsamøll at sita við ?æruni? ætlar Vestmanna Kommuna sær hesuferð at fáa sær eitt ?alibi?. Hetta ?alibi? skal verða Føroya Fornminnissavn, sum skal siga gott fyri, at bygningurin ikki er varðveitingarverdugur, sjálvt um hann er frá 1896 og sostatt omanfyri 100 ár.
Sjálv metir kommunan ivaleyst ikki at hetta vælsignilsi frá Fornminnismyndugleikunum verður nakar trupulleiki, tá eigarin av bygninginum Vestmanna Kommuna frammanundan hevur syrgt fyri at bygningurin er farin so álvarsliga í órøkt, at slóðað skuldi væl og virðiliga verið fyri eini slíkum deyðadómi frá fornminnismyndugleikunum uppá forhond.
Bygningurin kann enn bjargast
Hinvegin so má bert sigast at tað verður stórt spell og stórur saknur fyri Vestmanna Bygd og øll tey fólk her á landi, sum hava ans og eyga fyri bæði tí søguliga, listarliga og arkitektoniska prýði, sum Heyganesbygningurin hevur verið, um hann eisini verður fyribeindur við somu grundevingum, sum Kongaligi Handilin Inni á Fitjum.
Hetta er og verður ein varandi skammblettur á sitandi bygdarráð í Vestmanna, eingin ivi um tað.
Tað skal tískil verða heitt á Vestmanna Kommunu um enn einaferð at umhugsa hesa avgerð og endurskoða málið av nýggjum.
Tað skal nevniliga so evarska lítið til at bjarga bygninginum undan tí vanlagnu, sum í løtuni stendur í boðið. Nýtt tak er lagt á og stórviðurin er so at siga allur frískur. Sostatt snýr tað seg í fyrstu atløgu bert um at keypa nýtt tilfar til klædning og nýggj vindeygu, so er bygningurin bjargaður. Hetta kostar ikki so nógvar hundraðtúsund krónur og kollrennur onga fíggjarætlan hjá Vestmanna Kommunu.
Síðan kann so farast undir at seta tornið upp av nýggjum og innrættað bygningin, so hann aftur kann koma til heiður og æru.
Vónandi fer ?fornuftin? at ráða á hesum sinni.