Tveir bil­før­ar­ar fingu treyt­aða frá­døm­ing av koyri­korti

Á landsvegnum út móti Norðastahorni í Havn komu tveir bilførar í felluna og fingu treytaða frádøming av koyrikortinum

Um tveytíðina seinnapartin í gjár var ein bilførari tikin fyri at koyra 105 km um tíman á landsvegnum millum Fuglafjørð og Norðragøtu. Hann fær klipp í koyrikortið fyri tað umframt eina bót.

Verri var hjá tveimum bilførarum á Velbastaðvegnum í Havn. Tað var á tí partinum av Velbastaðvegnum, sum gongur út í móti býlinginum Norðastahorni. Teir vóru máldir til at koyra ávikavist 84 og 87 km um tíman, og teir fingu báðir treytaða frádøming av koyrikortinum. Á hesum vegastrekkinum, sum er landsvegur, er ferðin niðursett frá 80 til 60 km um tíman, og tað merkir, at tá fellur hamarin skjótari. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.

Tað vanliga er annars meira enn 20 km um tíman fyri at fáa klipp og meira enn 30 km um tíman fyri at fáa treytaða frádøming. Tað er galdandi við vanligu ferðmørkini, 50 og 80 km um tíman. Somu reglar eru tó ikki galdandi fyri Havnarvegin, nýggja innkomuvegin til Havnar. Har er talan ikki um landsveg, og tí er ferðin ikki niðursett til 60 km um tíman. Tað vil siga, at har er galdandi, at koyrir tú 20 km um tíman ov nógv, so er tað klipp í koyrikortið, og koyrir tú 30 km ov nógv um tíman, so er tað treytað frádøming av koyrikortinum.