Hava verið nógvar forðingar

Arbeiðið at kanna hvar bergholið ímillum Øravík og Hov skal verða, er seinkað. Ein orsøk er, at tað er so vánaligt tilfar í fjallinum

Hovstunnilin

Enn ganga nakrar vikur áðrenn tað verður greitt, hvar ætlaða bergholið ímillum Øravík og Hov verður. Í alt summar hava fólk frá Landsverkfrøðinginum borað niður í fjallið fyri at kannað um tað ber til at gera tunnilin niðri í dalinum, har einstaklingar í Suðuroy og byggifelagið NCC hava borið upp á mál at gera tunnilin.
Men hetta arbeiðið er seinkað nakrar vikur og Landsverkfrøðingurin sigur, at tað ganga í hvussu so er nakrar vikur afturat, áðrenn hann er komin til eitt úrslit og kann lata Vinnumálaráðnum eina frágreiðing.
Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, sigur, at fyrst og fremst er arbeiðið seinkað tí at tilfarið í fjallinum var so vánaligt.
?Í tí eina holinum, sum varð borað, var tilfarið so vánaligt at menninir máttu gevast at bora.
Men um hetta er ein ábending um, at tað ikki ber til at gera berghol har, vil Landsverkfrøðingurin ikki siga nakað um enn.
Síðani hava teir flutt boran og nú gongur heldur frægari.
Men verkfall hevur eisini seinkað arbeiðnum eitt sindur og veðrið hevur eisini gjørt eitt sindur fortreð.
Eitt nú var neyðugt at brúka tyrluna til ymsa útgerð, men tað legðist mjørki, so tað gekk ein tíð, áðrenn tað bar til.

Fýra hol
Tilsamans skulu fýra hol borast og seinkingarnar hava ført við sær, at enn eru teir bara lidnir við tað fyrsta holið.
Men menninir hava havt langar arbeiðsdagar. Teir hava arbeitt í tveimum skiftum og tann eina vaktin hevur ikki verið í summarfrí enn, fyri at fáa arbeiðið liðugt.
Sostatt ganga nakrar vikur afturat, áðrenn boriongarnar eru lidnar. Síðani skal tilfarið kannast og ein frágreiðing skrivast.
Upprunaliga hevði Landsverkfrøðingurin skotið upp at gera Hovstunnilin longri uppi í fjallinum.
Men hetta hava suðuroyingar verið ónøgdir við, tí tá sleppa teir ikki undan tí strekkinum, sum er truplast at koyra, í hvussu so er hjá lastbilum.
Tó skal leggjast afturat, at í longdini er ætlanin at leggja vegin um, so at tað slepst undan umrødda strekkinum, sum er brekkan niðan úr Hovi, men hetta liggur longri frammi í tíðini.
Tí heittu einstaklingar á NCC, sum gjørdi Vágatunnilin, fyri at vita um ikki aðrir møguleikar eru og norska felagið heldur at tað ber væl til at bora tunnil heilt niðri í dalinum, har tað slepst undan øllum brekkum beinanvegin
Samstundis bar hetta í sær, at arbeiðið at gera tunnilin og arbeiðið at gera samferðsluhavnina kundi knýtast saman, tí tilfarið úr tunlinum kundi brúkast til havnina og at tað fór at spara landskassanum fleiri milliónir.
Landsverkfrøðingurin er samdur í, at fyri ferðsluna er hetta nógv tann besta loysnin, men hendan linjuføringin hevur verið upp á tal fyrr og tá var ikki mett, at tað var ráðiligt at fara undir tunnil har, tí tilfarið er so vánaligt.
Men nú NCC heldur at tað kortini ber til, er gjørt av at gera boringar fyri at kanna fjallið.
Men arbeiðið hevur altso ikki gingið so væl sum ætlað og tað verður ikki fyrrenn í heyst, at eitt úrslit fyriliggur.
Verður tunnilin gjørdur, har Landsverkfrøðingurin ætlar, ber ikki til at knýta arbeiðini saman, tí tá verður ov langt at koyra grótið úr tunlinum.
---------------------------