Síðani 2007 hevur Carlos Tevez verið fastur gestur til Manchester grannauppgerðirnar, men sunnudagin verður maðurin, ið hevur umboðað bæði Manchester United og Manchester City helst ikki at síggja á vøllinum.
Hann hevur ikki verður partur av hópinum hjá Manchester City í eina tíð og tað er óvist um hann nakrantíð spælir aftur fyri felagið, eftir hann at síggja til ikki vildi inn í Champions League dystinum móti Bayern Munchen.
Sjálvur avsannar Carlos Tevez at hann ikki vildi inni. Millum annað The Guardian skrivar í dag, at Carlos Tevez helst verður ákærdur fyri ikki at vilja hita upp heldur enn ikki at vilja spæla. Sum skilst, so verður revsingin fyri tað minni enn um hann hevði verið ákærdur fyri ikki at vilja spæla.
Ongin á bonkium hjá Manchester City kundi undirbyggja ákærinum hjá Manchester City verjarinum, Roberto Mancini, sum eftir dystin segði at Carlo Tevez ikki vildi spæla, umframt at hann segði at Carlos Tevez aldrin aftur spælir fyri felagið.
Tað var í dystinum móti Bayern Munchen í Champions League, at Carlos Tevez stutt inni í seinna hálvleik ikki vildi gera sum Roberto Mancini segði. Hann hevur síðani fingið frátikið løn í tvær vikur umframt leikbann og hevur vant fyri seg sjálvan.
Sunnudagin bresta Manchester feløgini saman á Old Trafford og tað er ósannlíkt, at Carlos Tevez verður við í hópinum hjá Manchester City.
Sjónbandabrot 1: Carlos Tevez vil ikki inn
Sjónbandabrot 2: Tíðindafundurin eftir dystin móti Bayern Munchen, har Roberto Mancini sigur at Carlos Tevez ikki kann spæla fyri Manchester City aftur.










