Eg vildi bara verja hana ímóti rúsevnum

-Elisabeth var strævin sum ung, og eg vildi bara verja hana ímóti rúsevnum, sum sigur Josef Fritzl, sum misbrúkti dóttir sína í 24 ár og fekk sjey børn við henni

Tann 73 ára gamli Josef Fritzl heldur eftir øllum at døma ikki, at hann hevur gjørt nakað skeivt. Í hvussu er hevði hann eina frágreiðing, tá eysturríkska løgreglan spurdi, hví hann gjørdi av at steingja dóttir sína inni í kjallaranum, tá hon fylti 18.

 

-Hon var strævin sum ung, og eg gjørdi av at verja hana ímóti rúsevnum, svaraði Josef Fritzl.

 

Í gjárkvøldið bleiv hann settur í varðhald, skuldsettur fyri at hava havt sína egnu óttir innistongda í samfull 24 ár, fyri at hava misbrúkt hana kynsliga og fyri at hava fingið sjey børn við henni.

 

-Hann var púra róligur, og tað var einki, sum vísti, at hann iðraði seg um nakað, segði leiðarin í fongslinum, sum Josef Fritzl nú er í. Kortini er vaktarhaldið ógvuliga strangt, tí leiðslan í fongslinum bera ótta fyri, at hinir fangarnir kunnu gera seg inn á hann.

 

 

Royndi at flýggja

 

Eitt blað í Eysturríki skrivar í dag, at sum ung royndi Elisabeth tvær ferðir at flýggja frá foreldrunum.

 

Undir avhoyringunum hevur hon sagt løgregluni, at tann kynsliga misnýtslan byrjaði, longu tá hon var 11 ára gomul. Fimm ár seinni royndi hon at flýggja, men pápin fann hana og tók hana við sær aftur til hús.

 

Tá hon var 18, gjørdi hon aftur eina roynd at sleppa burtur frá foreldrunum. Men eisini hesaferð fann pápin hana, og hesaferð revsaði hann hana við at læsa hana inni í kjallaranum, har hon sat tey næstu 24 árini.

 

 

Hoyrdi Elisabeth

 

Eysturríkska blaðið, sum skrivar, at Elisabeth royndi at flýggja frá foreldrunum veit eisini at siga, at gentan rópti eftir hjálp, og at hon dukaði á veggirnar í kjallaranum, uttan at nakar hoyrdi hana. Heldur ikki mamman, sum búði í somu húsum.

 

Men ein maður, sum leigaði eitt kamar frá Josef Fritzl í nítiárunum, helt seg hoyra okkurt. Hann sigur við eysturríkska blaðið, at hann hoyrdi barnagrát, men at hann helt tað vera okkurt barn hjá grannunum, sum græt.

 

-Ta einu ferðina helt eg meg eisini hoyra okkurt ljóð frá onkrum, sum flutti seg, men eg helt tað vera eina mús, sigur maðurin við blaðið.