Eg skilji væl tykkum foreldur, ið eru í dýrastu neyð, tí einki er so sárt, sum ótryggleikin, um nú barnið hjá einum hevur tað gott og trygt, meðan man er til arbeiðis, um man yvirhøvur sleppur aftur til arbeiðis.
Í allars neyðini haldi eg tó, at bæði foreldur og politikarar gloyma trivnaðin hjá børnunum, ella lat meg heldur siga, trivnaðin hjá teimum børnum, ið sleppa inn um gáttina. Bert orðið »ansing« gevur tekin um hugsanarháttin. Vendið heldur hugsanarháttin til, at børnini skulu hava eitt dygdargott tilboð har menning og trivnaður verður sett í hásæti.
Býlingshús, dagstovnar og dagrøkt er sett á stovn, í ymisku økjunum í Tórshavnar kommunu. Hetta fyri at foreldur ikki skulu ferðast so langt við børnunum hvønn dag, og fyri, at børnini skulu sleppa at vera saman við børnum í grannalagnum í dagligdegnum. Hetta mynstrið ger, at børnini kenna seg trygg, tí tey eru í tí grannalagi har tey hoyra heima. Nógv vinarbond verða knýtt børnini sínamillum, og eisini millum foreldur. Eldri systkin kunnu koma inn á gátt eftir skúlatíð og heilsa uppá yngri systkin, og um foreldrini av onkrari orsøk ikki sleppa eftir barninum, so er altíð onkur í grannalagnum, ið kann traðka til. Alt hetta skapar ein sosialan trivnað í økinum, sum vit í okkara strongda dagligdegi ikki kunnu vera fyriuttan.
At man ikki skal taka hædd fyri kyn og aldur, er eisini eitt tekin um at neyðin er stór.
Um stovnarnir/dagrøktarmammurnar bert skulu hava eitt ára gomul børn, verður tað ikki umsorganin fyri tí einstaka barninum, ið verður í hæddini. Sum flest av tykkum vita, mennast børn frá tí óhjálpna til at gerast alt meiri sjálvbjargin jú eldri tey gerast. Hetta er tað mest týdningarmikla tíðarskeiðið í lívinum hjá barninum. Tað er í hesum tíðarskeiði alt grundarlagið innan psykisku og fysisku menningina verður ment og sum hevur avgerandi týdning fyri víðari menning.
At hava børn í aldrinum 6 mánaðir til 3 ár á eini stovu, gevur pláss fyri umsorgan fyri einstaka barninum. Stundir til at geva børnunum ymiskar avbjóðingar, sita við teimum og stundir til at ugga. Børn læra av børnum, og tí er tað av týdningi at børnini eru í ymiskum aldri. Tey minstu herma eftir teimum stóru og tey stóru læra at hava umsorgan fyri teimum smáu.
At roynt verður at hava nøkunlunda javnt býtið millum kynini er út frá tí áskoðan, at hetta gevur eitt betri samlag millum børnini. Hvørt kyn sær hevur ymiskar sterkar og veikar síðir, sum gevur eitthvørt til heildina.
Umframt alt hetta, er fermetratali á hvørjari stovu ikki stórt, so umráðandi er, at møguleiki er fyri at bólka børnini upp, tí tú kanst ikki bjóða børnum ella vaksnum at skula ganga inni í longri tíð.
Í Tórshavn hevur plásstrot innan dagstovnar og dagrøkt verið seinastu 20 árini. Fyrr sótu mong foreldur uttanfyri dyrnar á dagstovninum eina heila nátt, fyri at vera fyrst at sleppa inn um dyrnar, tá upptøka fór fram. Framvegis er neyðin stór, og sambært útvarpinum boðar Føroya Landsstýri frá, at við játtanini í ár er loftið rokkið viðv. dagstovnaplássum og dagrøktarplássum.
Mín áheitan til tykkum foreldur og kommunalpolitikarar er, at tit, í staðin fyri at bróta niður tað ið er bygt upp, heldur brúka orkuna at útvega fleiri dygdargóð pláss. Hvussu tað enn verður handfarið, so er tað talið av tøkum plássum, ið er trupulleikin. At Føroya Landsstýri ikki vil játta meiri pening til dagstovnapláss, er at siga, at eitt Landsstýri hevur møguleikan at raðfesta, alt eftir hvat man metir týdningarmikið fyri trivnaðin í samfelagnum.
Vinarliga
Ása Egholm, leiðari