ganga føroyingum á møti, so verður hetta eitt val um viðuskifi okkara við Danmark. Ein kann næstan loyva sær at siga, at verða danir fult og heilt reinsaðir í hesi kanning, so kann hetta blíva til eitt [...] uttan at hugsa um fylgjurnar av hesum. Ein kann tí siga, at tað hvílir ómetaliga stór ábyrgd á teimum, sum skulu gera niðurstøðu í bankakanningini. At hetta málið so nakrantíð er komið so langt sum til [...] Útvarpshøllini at døma, fara at leypa uppá loysingarvognin - uttan at geva sær far um teir mongu vandar, sum vitturliga lúra, um kappað verður á stokkinum her og nú. SAMBART úttalilsinum hjá formanni javnað
meira enn júst hetta við oljuboring. TAÐ snýr seg um so nógv. Eitt nú um at føroyskir útbúgvingarstovnar, sum annars kanska ikki hava gjørt nógv við at samstarva, nú hava funnið hvør annan og bráddliga [...] eitt dømi um nakað, sum gongur væl, sum er positivt og sum hevur rós uppiborðið. Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum handaði fimm lærarum prógv í oljuboring. Hetta málið snýr seg í veruleikanum um nógv meira [...] heilt nýggjum øki, sum kann fáa stóran týnding fyri okkum øll, so gera vit okkum før fyri at veita hjálp til sjálvhjálp. Nú kunnu somu lærarar so fara út til føroyingar og leggja teimum lag á. Tvs. at vit
eitt orðaskifti um samferðsluna og tær mest átroðkandi ábøturnar har. Tróndur er ikki longur tíðarhóskandi far til Sandoyarleiðina. Tað er eingin orsøk til her at leggja fram øll argument í so máta. Hetta [...] neyðugt javnan at gera íløgur. Verður hetta ikki gjørt javnan, so fáa vit fløskuhálsar. Tað er júst tað, sum hent er á samferðsluøkinum. Tá ið so fløskuhálsarnir koma, taka okkara landsstýrismenn til tey vanligu [...] skal onkur hava skyldina, so fara vit at gera nakað við málið. Samferðslumálaráðharrin hevur gjørt hetta til ein part av sínum politiska image: hetta at lata høvdini rulla. So vónar hann at fáa dupultan
eftirtektar er ikki øllum beskorið. Oftani hava vit so fastlæstar meiningar, at dialogurin tænir ongum endamáli. Tað eru so eisini tey, sum onga meining hava um nakað og sum eru vingliskøltar - gera bara tað [...] uppskot fram um útbygging av Landssjúkrahúsinum, segði greitt, at hann fór at koyra hetta uppskotið í pappírskurvuna og ístaðin taka til eftirtektar tað uppskot, ið felstu starvsfólkini á LS nú um dagarnar [...] hann havt so lítla føling við tí, sum bylgist á hesum stóra arbeiðsplássinum! Og her koma vit ikki uttan um tey embætisfólk, sum liggja millum arbeiðsplássið/starvsfólkini/sjúklingarnar og so tann politiskan
gloyma alt, sum hann higartil hevur sagt um múrin. Ger hann tað, so fara fólk kanska fyri múrsins skyld at gera tað sama. Byrja so heilt av nýggjum. Lat málið um Kirkjubømúrin fáa ta sakkønu viðgerð, ið [...] at heita á landsstýrismannin um at lata skil, vit og sakkunnleika ráða. Tað er eingin skomm at gera eitt mistak. Skommin er at halda fram við mistakinum, hóast øll vinaráð um at venda aftur á beina kós. [...] um avgerðum. Vit skilja væl, um landsstýrismaðurin innast inni er illa við av sínum egnu mistøkum í múrarmálinum. Mistøk er milt sagt, tí sjáldan er eitt mál handfarið so óprofessionelt sum hetta. Men
Talan er um tvey japonsk tunfiskaskip, sum nú í eina tíð hava verið á royndarveiðu undir Føroyum. FØROYINGAR hava við jøvnum millumbili tosað um tunfisk - um tað nú var nakað fyri okkum og um hetta fiskaslag [...] kundu havt fiskað! Tað nyttar ikki bara klaga um tað, sum er farið. Latið okkum hyggja frameftir, bretta upp um armar og ja hví ikki saman við japanarum finna fram til, hvussu vit kunnu koma uppí hesa veiðu [...] fiskaslag man vera at fáa um okkara leiðir. Meira enn prát er tað so ikki vorðið. Nú sær tað ikki mætari út enn, at fremmandir gestir úr Japan, hinumegin knøttin, skulu geva práti og tosi okkara bæði kjøt
- og hesi so als ikki verða hoyrd. Tað líkist ongum. ALT hetta málið er ein stór skomm fyri okkara stýrandi politikarar. Hvussu kann ein løgmaður í eini ólavsøkurøðu taka júst hetta málið fram og rósa teimum [...] forplumra og missa á gólvið eina so áhugaverda og álvarsliga vinnulívsætlan sum hesa! Hetta hava hvørki fuglfirðingar ella alt Føroya fólk uppiborið. Og tá hugsað verður um, at løgmaður, formaðurin í tingbólki [...] teimum, sum standa aftanfyri og eggja teimum til at halda fram, tá sami maður í Tinganesi antin setir fót fyril málinum ella letur tað sleppa at sovna! NÚ er nokk tosað og skrivað. Nú má og skal nakað
Sjóvarpi Føroyar í farnu viku, so stendur púra greitt, at talan er um kreppu ikki bert í sambandsflokkinum men í øllum landsstýrinum. Hetta má fáa fylgjur so ella so. Eingin ivi er um, at hetta er sera óheppið [...] sínum egnu. Og tora at gera tað. So er. Men tá talan er um flokk, sum situr við ábyrdini av landinum, átti hetta at fingiðonkra avleiðing. Tað er í hvussu er við til at minka um virðið av landsins hægasta sessi [...] løgmansá tingi skrivar um sama løgmann! Hvussu kann sambandsflokkurin eftir hetta verða eygleiddur sum ein ábyrgdarflokkur, ið setir landsins áhugamál fremst! TÁ so hugsað verðum um tað, sum fyrrverandi
Tað snýr seg um ætlanina at gera Fuglafjørð til pelagiskan miðdepil í Atlantshavi. VIT hava her í blaðnum givið hesi ætlan nógva umrøðu og vit hava eisini sagt okkara hjartans meining um hana, nevniliga [...] nevniliga, at her er talan um eitt ómetaliga gott høvi hjá vinnuni at fóta sær aftur og at bróta upp úr nýggjum. At troyta fiskasløg, ið svimja við strendur okkara og sum kunnu økja um inntjeningina hjá hesum [...] sum í dag stýrir landinum - við ein-um fólkaflokki og einum sambandsflokki, sum altíð geva seg út fyri at vera veruligu vinnulívsflokkarnir í landinum! Og hvat gera so hesi flokkar við tey initiativ, sum
prioriteringini av íløgum. At tosað um forfylging og herferð móti teimum á Svangaskarði, tí ynski er um at fáa ein vøll í Havn, er púra burturvið. Og soleiðis kundi verið hildið fram. Latið okkum fáa ein meira [...] av. Gamaní at menn skulu venja seg til nýggju stýrisskipanina. Men hetta er so eingin undanførsla. Tí nøkur viðurskifti eru so grundleggjandi í landsstýrisarbeiðinum og ikki minst í smíðanini av einum [...] áðrenn, hvussu skal tað so verða statt við orðaskifitnum! Handfaringin av fíggjarlógararbeiðinum í Tinganesi - og her eru allir landsstýrismenn inklusiv løgmann sekir - er skúladømi um vánaligt arbeiði og