Skilagóð tilrættalegging og samstarv

Samstarvið sum fýra skúlar hava tikið upp í sambandi við at útbúgva føroyingar til eina oljuvinnu er einki minni enn ein kollvelting. Tað vísir, at vit kunnu koma langt við samstarvi

OFTANI verður sagt, at tað góða og positiva, sum fer fram í einum samfelag, fær ikki somu umrøðu sum tað ringa og positiva. Tað er líkasum at nýggjheitin skal altíð skal hava ein negativan ella yvirkrittiskan brodd. At tað er nakað, sum gongur væl, hevur ikki sama virði sum tað, ið kann skapa sensatiónir, væl sagt við negativum forteknum.


HENDING í landsstýrinum í gjár var eitt dømi um nakað, sum gongur væl, sum er positivt og sum hevur rós uppiborðið. Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum handaði fimm lærarum prógv í oljuboring. Hetta málið snýr seg í veruleikanum um nógv meira enn júst hetta við oljuboring.


TAÐ snýr seg um so nógv. Eitt nú um at føroyskir útbúgvingarstovnar, sum annars kanska ikki hava gjørt nógv við at samstarva, nú hava funnið hvør annan og bráddliga vilja menna útbúgvingingarnar í felag. At sjómansskúlin, maskinskúlin og teknisku skúlarnir nú síggja møguleika saman at vera við til at tilrættaleggja eina framtíð fyri føroyska samfelagið, tvs. útbúgving av okkara ungdómi til eina komandi frálandavinnnu. At hesir skúlar saman við landsskúlafyrisiting og landsstýrið í góðari tíð og í sátt og semju stinga út í kortið ein útbúgvingarpolitikk fyri komandi ættarlið.


OG tað, sum kanska er ikki minni týðandi, er mátin hetta verður gjørt uppá. Við at senda fleiri av lærarum okkara til Noreg og har fáa sær vitan og royndir á einum heilt nýggjum øki, sum kann fáa stóran týnding fyri okkum øll, so gera vit okkum før fyri at veita hjálp til sjálvhjálp. Nú kunnu somu lærarar so fara út til føroyingar og leggja teimum lag á. Tvs. at vit fyri tað fyrsta sleppa undan at senda okkara egnu fólk av landinum á skeið og vit sleppa lutvíst eisini undan at skula taka útlendingar til Føroyar fyri at undirvísa. Vit gera alt hetta sjálvi við at útbúgva lærararnar til endamálið.


EINKI er at ivast í, at hetta er rætta leiðin at ganga, og tað er at fegnast um, at ymiskir skúlar ymsa staðni kring landið kunnu megna at draga eina línu. Hetta er einki minni enn ein kollvelting í hugburði, og einki er at ivast í heldur, at hesin útviklingur kann hava sunna ávirkan á aðrar tættir í samfelagnum. Vit rætt og slætt venja okkum til at arbeiða saman við tí endamáli at fáa mest burtur úr ressursunum. Nakað, sum stórur tørvur er á í Føroyum í dag - á nógvum økjum.


SKULDI tað so hent, at her er hvørki olja ella gass, so er tiltakið hjá skúlunum kortini til stóra nyttu. Vit leggja okkum eftir at útbúgva fólk til onnur øki enn tey vit hava gjørt higartil. Hesi fólk hava tá stórar møguleikar at fáa arbeiði í grannalondunum men kortini hava bústað í Føroyum. Jú víst eru her nógvir møguleikar. Okkara myndugleikar og ikki minst leiðslurnar fyri teir umrøddu skúlarnar eiga rós uppiborið fyri hetta seinasta tiltakið. Haldið fram á hesi leið.