Stoltenberg: Torir ikki at lova tollavtalu við USA

- Vit mugu vera fyrireikað uppá, at tað ikki fer at eydnast at fáa eina tollavtalu við USA, sigur norski fíggjarmálaráðharrin

Seinastu tíðina hevur Noreg verið í samráðingum við USA um at fáa í lag eina avtalu um toll á norskum vørum til USA, áðrenn freistin gongur út, 1. august.

 

- Men, tað er ikki vist, at hesar samráðingar fara at føra á mál, sigur norski fíggjarmálaráðharrin, Jens Stoltenberg, við norska kringvarpið, NRK.

 

Hann sigur, at Noreg noyðist at fyrireikað seg til, at samráðingarnar ikki fara at bera á mál, leggur fíggjarmálaráðharrin aftrat.

 

Jens Stoltenberg sigur, at Noreg noyðist at fyrireika seg til hægstu tollgjøld, og hann torir ikki at lova, at Noreg fær nakra betri avtalu við USA enn ES við sínum 15 prosentum.

 

- Vit hava sæð, at fleiri lond kring okkum hava økt síni tollgjøld, og tí noyðast vit at fyrireika okkum til, at Noreg fer at fáa øktan toll á sínum vørum, leggur hann aftrat.

 

##med2##

 

 

 

Jens Stoltenberg er royndur í leikum. Hann hevur bæði verið forsætisráðharri og Nato-aðalskrivari