Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og sjeynda parið fer væntandi avstað skjótt.
- Partrolararnir hava brúkiligan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fáa tosk og nakað av blálongu og svartkalva.
- Hinir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men teir fara væntandi út um vikuskiftið.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at ein er norðanfyri og fær mest av toski og longu.
- Ein er eystanfyri, og tveir eru á Skeivabanka. Allir fiska havtasku og fáa eisini nakað av øðrum fiskasløgum.
At enda verður sagt, at trý garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap.
- Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.












