10.450 norskar fyri at hyggja eftir porno undir koyring

- Vit fingu eina fráboðan um ein bilførara, sum brúkti fartelefonina at hyggja eftir porno, meðan hann koyrdi, sigur norska løgreglan

Tað verður dýrt hjá einum norskum bilførara, at hann - ella hon - dittaði sær at hyggja eftir porno í fartelefonini undir koyring.

 

Hendingin fór fram á E6-vegnum í Moss í Noregi seinnapartin dag, har løgreglan steðgaði einum bilførara.

 

- Vit fingu eina fráboðan um ein bilførara, sum var á veg suðureftir á E6 og sum brúkti fartelefonina at hyggja eftir porno, meðan hann koyrdi.

 

Hetta skrivar norska løgreglan í dag, og tað er www.tv2.no sum endurgevur. 

 

Løgreglan sigur, at bilførarin fekk eitt sektaruppskot á 10.450 norskar krónur.

 

Norska krónan er lág, og tað hevur hon verið leingi, og soleiðis svara 10.450 norskar krónur í dag til 6.688 krónur í okkara peningi.

 

So, hetta gjørdist ein dýrur biltúrur hjá bilføraranum í dag. Norska løgreglan sigur einki um, hvørt førarin var maður ella kvinna.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Soleiðis skrivar www.tv2.no í kvøld. Einki verður sagt um, hvørt førarin var maður ella kvinna