Samferðslan millum oyggjarnar er aftur á skránni. Hesaferð er tað ferðasambandið millum Sandoy og meginøkið, ið hevur gjørt samferðsluspurningin aktuellan. Borgarin og vinnulívið hava krav uppá eitt gott samband. Ein góður infrastrukturur er ein fortreyt fyri mentanarligum og búskaparligum trivnað í einum framkomnum samfelag. Men ein framkomin infrastrukturur kostar pening. Hann má haldast og røkjast alla tíðina. Hetta merkir, at tað er neyðugt javnan at gera íløgur. Verður hetta ikki gjørt javnan, so fáa vit fløskuhálsar. Tað er júst tað, sum hent er á samferðsluøkinum.
Tá ið so fløskuhálsarnir koma, taka okkara landsstýrismenn til tey vanligu borgarligu ráð at peika á syndabukkar. Fyrst skal onkur hava skyldina, so fara vit at gera nakað við málið. Samferðslumálaráðharrin hevur gjørt hetta til ein part av sínum politiska image: hetta at lata høvdini rulla. So vónar hann at fáa dupultan vinning. Fyri tað fyrsta, vónar hann, at veljarin sigur: Endliga ein, sum torir at lata høvdini rulla. Í øðrum lagi kann hann vinna hetta, at veljarin gloymir, at tað eru politkkararnir og ikki embætismenninir, ið hava ábyrgdina. Soleiðis við Skopunarleiðini. Hóast Strandferðslan hevur roynt at rópa skiftandi landsstýrismenn upp, hevur Sámal Petur í Grund ongantíð hoyrt um trupulleikar við Trónda. Hetta kom púra óvart á okkum, sigur hann, meðan hann sær so ósekur út á skýggjanum, sum bert Sámal Petur kann.
Men hetta lata vit fara, vit kunnu venda aftur til hetta eina aðru ferð. Tað er meira umráðandi, at vit fáa eitt orðaskifti um samferðsluna og tær mest átroðkandi ábøturnar har. Tróndur er ikki longur tíðarhóskandi far til Sandoyarleiðina. Tað er eingin orsøk til her at leggja fram øll argument í so máta. Hetta duga øll at skilja og síggja - eisini landsstýrismaðurin. Vit vilja fegin her sterkt undirstrika, at vit halda, at landsstýrismaðurin eigur at fáa politiskan stuðul til at útvega eitt nýtt skip í staðin fyri Trónda. Men vit vita eisini, at hetta er eingin løtt uppgáva - hvørki politiskt ella tekniskt. Politiskt tí at fíggjarlógaruppskotið longu er farið í løgtingið. Tekniskt tí at her er ikki bert talan um fyrilit fyri skipinum, men tað skal eisini takast hædd fyri teimum torføru havnaviðurskiftunum í Skopun.
Hetta er eitt trupult mál, men hetta er eitt mál, ið má og skal loysast. Alt bendir á, at Tróndur eigur at verða skiftur út av trygdar- eins og av búskaparligum orsøkum, so má og skal hetta gerast. Hetta gerst ikki við teimum vanligu lappaloysnunum, ið eyðkenna hetta landsstýrið. hetta gerst bert við at byggja eitt nýt skip, ið serstakliga er hóskandi til farleiðina um Skopunarfjørð. Síðan eigur at verða farið undir at gera eina heildarætlan fyri útskiftingina av øllum hinum skipunum. Her stendur Smyril helst ovast á listanum, men nógv onnur skip eru gomul og óhóskandi.
Hetta mál líkist eitt sindur málinum um at byggja upp í landssjúkrahúsið. Tað krevur, at allar góðar politiskar kreftir samstarva fyri at fáa eitt gott úrslit.