valári er amerikanski forsetin vanliga sinnaður at toyggja seg langt fyri at gera Ísrael eftir vild. Men avgerðin hjá Bush boðar frá einari rættiliga stórari broyting í amerikanska politikkinum, tá tað snýr
nevnt. Vága Bjargingarfelag hevur á sjálvbodnum grundarlagi í áravís røkt sjúkraflutningin úr Vágum. men nú ynsktu teir, sum hava røkt hesa tænastuna, at fáa eina fasta skipan, har teir millum annað eisini
rentuútreiðslur, sum eru settar til 39 milliónir. Fíggjarmálaráðið ásannar, at hallið er alt ov stórt, men vísir á, at til ber ikki at gera tað øðrvísi undir teimum fyritreytum, sum givnar eru. Lækkandi ko
niður yvir eitt óbygt øki tætt við Albuquerque í New Mexico. Til alla lukku brast bara løðingin, men ikki sjálv brintbumban. Tann 5. oktober í 1960 boðaði radareftirlitið í Thule í Grønlandi frá, at fleiri
sum medic á boripalli og seinni á boriskipi. Álvarsmál fyri framman Jana fegnast um hesi úrslit, men ásannar, at felagið hevur fleiri álvarsmál at taka upp ongantíð ov skjótt. Tað er ongin loyna, at tørvurin
fartelefonirnar við myndatóli komu á marknaðin, hevur dúgliga verið tosað um, at tær kunnu misnýtast, men sambært donsku løgregluni kunnu tær eisini vera sera hentar.
Stutt undan steðginum, tá ið støðan var 2?1, fekk Jann Ingi Petersen møguleika at økja um leiðsluna. Men stutt úr málinum tøvdi hann sambært heimasíðuni hjá felagnum eitt vet ov leingi, og so varð hann taklaður
sjúkrakassum og læknahølum. Faldararnir geva góð ráð, um tú hevur smávegis trupulleikar við gikt. Men ikki minst eru hesir útgivnir, tí tað hevur stóran týdning, at tey, sum er plágaði av gikt, røra seg
Merkið innantómt og fer bara at snúgva seg um okkum sjálv. Tá fer Merkið ikki at ímynda tjóðskap, men tjóðskaparí. Og eg skal erliga viðganga, at eg gerist als ikki errin av føroyskum tjóðskaparvirðum
av, at fólk ikki vita, hvussu tað fer fram. Mong halda, at tað er ein pínufullur framferðarháttur. Men tað er tað ikki. Tað er heilt einfalt ein blóðroynd, sum ein letur. Um so føroyingar hava hug til at