Jana H. Dalsgaard er 48 ár og ættað úr Rituvík. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum frá 1981. Við síðuna av nevndararbeiðinum í FFS hevur Jana lisið løgfrøði á Århus Universitet.
Nútímansgerð
Jana hevur drúgvar royndir sum álitisumboð fyri skurðdeildina á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon var nevndarlimur í FFS í 1996/97, har hon var við í arbeiðinum at gera uppskot til nýggjan bygnað fyri Landssjúkrahúsið, eftir áheitan frá Landsstýrinum.
Jana tók við sum nýggj forkvinna í Føroya Sjúkrarøktarfelag í mars 2001, og hevur hetta tíðarskeiðið verið merkt av stórum broytingum innan sjúkrarøktarfelagið. Ein tann størsta avbjóðingin var at seta í verk nýggju Bachelor útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði. Fyrstu næmingar-nir byrjaðu á nýggju útbúgvingini í februar 2003 og um sama mundi var heimild gjørd í lógini at byrja íkoytisútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum útbúnir eftir eldri lógum.
Nógv bendir á, at Jana er vorðin ímyndin av eini nútímansgerð av sjúkrarøktar-fakinum. Umframt innihaldið, varð heitið á útbúgvingini eisini broytt til Sjúkrarøktarfrøðingur, sum kom í staðin fyri Sjúkra-systur. Nevnast kann eisini, at í samband við leiting eftir olju við Føroyar á sumri í 2001, varð sáttmáli gjørdur á fyrsta sinni við oljufeløg fyri sjúkrarøktarfrøðing, sum medic á boripalli og seinni á boriskipi.
Álvarsmál fyri framman
Jana fegnast um hesi úrslit, men ásannar, at felagið hevur fleiri álvarsmál at taka upp ongantíð ov skjótt. Tað er ongin loyna, at tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum gerst alsamt størri, meðan miðalaldurin á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum hækkar. Hetta er ein ørkymlandi gongd, og eitt tað fyrsta málið hon fer at taka upp í nýggju formannssetuni, sigur afturvalda forkvinnan.