Bush boygdi seg fyri Sharon

USA góðtekur nú ísraelska kravið um at varðveita nakrar av teimum jødisku niðursetubygdunum á Vestara Áarbakka, sjálvt um palestinar siga, at tað beinir fyri øllum ætlanum um frið

Avgerðin hjá George W. Bush, forseta at góðtaka nakrar av niðursetubygdunum á Vestara Áarbakka kom ikki óvart á eygleiðarar, tí longu undan vitjan Ariel Sharons í Washington bleiv víst á, at í einum valári er amerikanski forsetin vanliga sinnaður at toyggja seg langt fyri at gera Ísrael eftir vild.
Men avgerðin hjá Bush boðar frá einari rættiliga stórari broyting í amerikanska politikkinum, tá tað snýr seg um at fáa frið ímillum ísraelsmenn og palestinar. Higartil hevur USA hildið uppá, at niðursetubygdirnar, sum eru uttan fyri markið, sum Ísrael hevði undan seksdagakrígnum í 1967, forðaðu fyri einari friðarligari loysn í Miðeystri. Nú sigur Bush, at viðurskiftini eru broytt, og at tey broyttu viðurskiftini mugu takast til eftirtektar.
Amerikanski politikkurin hevur verið, at ísraelska landamarkið skal flytast, tá tað palestinska ríkið verður stovnað. Amerikanskir embætismenn søgdu aftan á fundin ímillum Bush og Sharon, at semjan teirra millum líkist einum uppskoti, sum stjórnin hjá Bill Clinton gjørdi, tá hon í 2000 tingaðist við Yasser Arafat, forseta og táverandi ísraelska forsætisráðharran, Ehud Barak.
Harvið hevur USA góðtikið ísraelska kravið um at varðveita fimm niðursetubygdir við næstan 100.000 íbúgvum á Vestara Áarbakka sum ein part av ísraelska ríkinum.
Palestinskir leiðarar ávaraðu undan fundinum í Washington Bush ímóti at slaka fyri ísraelska kravinum. Ahmed Qurie, forsætisráðharri, segði, at palestinar fara ikki at sleppa kravinum um allan Vestara Áarbakka og partar av Jerusalem. Bæði Qurie og Yasser Arafat, forseti, søgdu, at slakaði USA, er tað tað sama sum at geva teirri seinastu friðarætlanini mønustingin.