Enn ein heiðursløn til Dropar

Dropar 8 var í dag heiðrað við silvurheiðursløn á hátíðarhaldi á bókamessuni í Frankfurt. 

Dropar 8 er onnur bókin í røðini til føroyskt í hádeild, sum Nám gav út í 2024. Dropar 8 er tekstsavn við stuttsøgum, yrkingum, fotomyndum, skaldskapi av mannamunni og yrkistekstum. Til bókaheildina hoyra Dropar 7 og 9, lærarabøkur og talgildar útgávur. Í arbeiðnum við bókunum, er áherðsla løgd á hóskandi tilfar til aldursbólkin, sum vendir sær til bæði kynini, bæði hvat viðvíkur høvuðspersónum og høvundum, eldri og nýggjari verkum, umframt at uppseting og myndaliga tilfarið hóskar til veruleikan hjá næmingum í dagsins samfelag. 

 

Lív Ingolfsdóttir Magnussen og Annelisa Rasmussen hava skrivað og lagt tilfarið til rættis, og Savna og Føroyaprent hava staðið fyri sniðgeving og prenti.

 

Tað er dómsnevndin í BELMA (Best European Learning MaterialsAward), sum á hvørjum ári heiðrar lærubøkur á týsku bókamessuni. Í 2024 varð Dropar 7 heiðrað við gullheiðurslønini. Nám og ritstjórnin í Dropum takkar hjartaliga fyri viðurkenningina av bókini. Tað hevur stóran týdning fyri eitt lítið forlag at fáa slíka viðurkenning, og vit gleðast um, at forløgini úr øðrum londum vísa okkara útgávum ans.