Tráin Petursson Nónklett verjir ritgerð føroyska fiskiveiðufyrisiting

Ph.d.-verja: Tráin Petursson Nónklett: Fríggjadagin 31. oktober fer Tráin Petursson Nónklett at verja ph.d. ritgerð sína um føroyska fiskiveiðufyrisiting frá 1950 til 1977

Verjan er almenn og verður í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya fríggjadagin 31. oktober klokkan 13:00.

 

Fulla heitið á ritgerðini er Vitan og stríð og stríð um vitan, ein kanning av føroyskari fiskiveiðufyrisiting, fiski og fiskifrøðingum, 1950-1977.

 

Sum ph.d.lesandi hevur Tráin verðið innskrivaður á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum.

 

Vegleiðaratoymið

Erling Isholm, lektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðari

Bo Fritzbøger, lektari á Keypmannahavnar Universiteti, hjálparvegleiðari

 

Metingarnevndin

Erland Viberg Joensen, lektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk) 

Guðni Thorlacius Jóhannesson, professari í søgu á Háskóla Íslands 

Kåre Nolde Nielsen, granskari og ph.d í samfelagsvísindum á Norges Arktiske Universitet. 

 

Í samandráttinum í ritgerð sínari skrivar Tráin soleiðis:

 

Ritgerðin viðger, hvørja ávirkan vitan, tilmæli og ummæli hjá fiskifrøðingum høvdu á føroyska fiskiveiðufyrisiting, fiskivinnu, fiskastovnar og politikk í tíðarskeiðinum 1950-1977.

 

Fiskiveiðufyrisiting er tiltikin trupul. Fiskur er eitt avmarkað tilfeingi, sum hevur eitt stórt virði fyri mong. Summi vilja vera við, at 20. øld er øldin hjá menniskjum, tann antroposena tíðin, sum er merkt av einari stórari ferðøking. 

 

Eisini í fiskivinnu var ein ferðøking við vaksandi fiskiskapi, har úrslitið ofta gjørdist ovurfisking. Ein loysn hjá mongum smáum strandarlondum var at víðka sítt fiskimark. Í sambandi við víðkaða fiskimarkið og ta stóru ferðøkingina í seinnu hálvu av 20. øld gjørdist tað týdningarmikið at skipa eina føroyska fiskiveiðufyrisiting. Í hesum sambandi høvdu fiskifrøðingar stóran týdning við sínum fiskifrøðiligu kanningum og tilmælum til politisku skipanina.

 

Ritgerðin er í fimm høvuðspørtum við 15 kapitlum. Fyrsti partur er ein innleiðsla, og annar partur setur ritgerðina í eitt størri høpi. Triði partur viðger fiskirannsóknir undir Føroyum, vitanarframleiðslu og Fiskirannsóknarstovuna sum stovn, sum varð sett á stovn í 1951. Fjórði partur, sum er analytiski høvuðsparturin, viðger føroyska fiskiveiðu og fiskiveiðufyrisiting við neyvum empiriskum kanningum. Fimti partur tekur samanum, perspektiverar og niðurstøða verður løgd fram. 

 

Evnisliga, ástøðiliga og háttalagsliga er íblásturin til ritgerðina serliga frá umhvørvissøgu og vitanarsøgu, umframt diskursanalysu og hugtøkum um, hvussu vísindi kunnu umsetast til politiskar avgerðir.

 

Føroyska fiskimarkið gjørdist 200 fjórðingar í 1977, og fleiri seinni framsetingar vísa á, at føroysk fiskiveiðufyrisiting byrjaði í 1977. Ritgerðin vísir tó, at eisini áðrenn 1977 vóru føroyskir myndugleikar virknir fiskiveiðufyrisitingarliga, serliga árini millum 1964-1977, tá ið føroyska fiskimarkið var 12 fjórðingar.

 

Føroysku fiskifrøðingarnir vildu hava føroysku fiskiveiðuna at gerast “ein optimal veiða”. Summir fiskastovnar vórðu mettir at vera undirfiskaðir, meðan aðrir stovnar vórðu mettir at vera ovurfiskaðir. Tað snúði seg um at finna eina javnvág í fiskiskapinum. Hugtakið um “eina optimala veiðu” kom at ávirka tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni. 

 

Viðgerðin vísir, at fiskifrøðiliga vitanin serliga varð umsett til politiskar avgerðir, tá ið talan var um tilmæli, sum snúðu seg um vøkstur í fiskiskapi. Tá ið tilmælini snúðu seg um avmarkingar, var ofta trupult hjá politisku skipanini at umseta vitanina til politikk. Um avmarkingar vóru til fyrimunar fyri føroyska fiskiveiðu mótvegis bretskum trolarum, var hinvegin lættari at fáa politisku skipanina at taka undir við teimum.

 

Hypotesan undir ritgerðini er, at neyðugt er við nøkrum grundleggjandi fortreytum fyri at veiða umhvørvisliga og sosialt burðardygt í einum samfelag sum tí føroyska. Grundleggjandi fortreytirnar eru: 1) ein fatan og viðurkenning av, at tað er møguligt og skilaleyst at ovurfiska; 2) vísindalig háttaløg, arbeiðsmegi, serkunnleiki og umstøður at meta um støddina á fiskastovnum og ferðamynstrum hjá fiskastovnum; 3) vitan um avmarkingarmøguleikar og 4) myndugleikar, sum eru førir fyri at seta í verk avmarkingar/reguleringar og at handhevja tær.

 

At enda verður mett um, hvørt hesar fortreytir vóru til staðar, tá ið føroyingar fluttu sítt fiskimark út í 1977. Mett verður, at fortreytirnar í stóran mun vóru til staðar, men kortini helt ovurveiða fram aftan á 1977. Hugleitt verður um møguleikar fyri, hví so var.

 

Verjan, sum er almenn, verður á norðurlendskum máli.

 

Meira um Tráin her.

 

Ritgerðin er her.

 

Ph.d.-verkætlanin er fíggjað av Mentamálaráðnum.