Ísrael: Gaza eingin hóttan móti Ísrael longur

- Vit vilja syrgja fyri, at Hamas ikki sleppur at stýra Gazageiranum aftur, sigur ísraelska stjórnin

Eftir kríggj í Gazageiranum í tvey ár, sigur Ísrael nú, at Gaza er ikki nøkur hóttan móti Ísrael meira.

 

Tað sigur ísraelska stjórnin sambært norska kringvarpinum, NRK.

 

- Vit vilja eisini syrgja fyri, at Hamas ikki sleppur at stýra Gazageiranum aftur, leggur Ísrael aftrat.

 

Ein stórur partur av Gazageiranum liggur í knúsi, eftir álop og bardagar í tvey samfull ár.

 

Hetta er eitt øki, sum er minni enn Streymoyggin, men her búgva ístaðin umleið tvær milliónir fólk.

 

Kríggið hevur kostað fólkinum í Gazageiranum dýrt, bæði í mistum mannalívum og lagnum.